Ítróttarmaðurin og myndatakarin, Absalon Hansen, fer til Estlands ímorgin. Endamálið við ferðini er at luttaka á myndaframsýning, ið verður í estlendska høvuðsstaðnum. Absalon hevur einar 200 dias-myndir higani við á ferðini.
Ætlanin er tó ikki bert at vísa estlendingum, hvar og hvussu vit liva. Gjøgnum myndalinsuna ætlar hann sær somuleiðis at vísa føroyingum lív og land estlendinga. Hann hevur fingið lagt sær teir 5 dagarnar, vitjanin varir, væl tilrættis. Tíð verður til at fara í útjaðaran við myndatólinum. Hann og foto-tólið hava fingið høvi at vitja eina bónafamilju harumleiðir. Ein estlendskur myndamaður, ið er staðkendur, fer at fylgja Absaloni hesar 5 dagarnar. Hesin er
Heimafturkomin, ætlar Absalon Hansen at sýna fram úrslitið av foto-ferðini. Laufey Haraldsson, ið hevur staðið fyri fyrireikingunum vegna Norðurlandahúsið í Føroyum, sigur, at framsýningin hevur ferðast í Estlandi. Framsýningin hevur verið væl vitjað. Heitið á framsýningini er The Nordic Islands, og evnið er náttúran og menniskja.
Tað er Norðurlendska Kunningarskrivstovan, ið hevur fingið framsýningina í lag. Á sýningini eru myndir frá einum myndatøkumanni úr hvørjum norðurlandi. Absalon Hansen, hevur á framsýningini, ið hevur verið flutt kringum í Estlandi, 10 myndir úr Føroyum. Nú er hon komin til høvuðsstaðin, og føroyska myndamanninum er tillutaður tann heiður, at lata framsýningina upp við einari ljósmyndaframførslu.
Ætlanin var, at framsýningin skuldi til Letlands seinni, men hetta er sambært Laufey Haraldsson, ikki komið í rættlag enn.