Lars Anderssen, [email protected]
Hví samanlíknar tú onnur lond við Sodoma og Gomorrah? Og Føroyar við Paradís? Er homosexualitetur virkiliga tann størsta syndin? Tí soleiðis, sum tú tosar um hetta, virkar tað so. Hví ert tú soleiðis, at tú dømir tey samkyndu, men gloymir at døma alt møguligt annað?
Eg veit, tú kanst ikki gera við tí, tú ert sum nógvir aðrir føroyingar. Hví hata homosexualitet og góðtaka og gloyma onnur ting, sum eisini eru "synd", so sum:
lygnir, hor, stuldur og peningagirnd? Eru tað ikki nógv onnur ting, sum kunnu gera Føroyar til Sodoma og Gomorrah, men sum ikki verða nevnd á tingi?
Um Føroyar skulu verða syndafríar, hví so ikki seta bann á øllum syndum? Og havi eitt tyraniskt land?
Eg haldi, at tú líka skuldi hugsað teg um, áðrenn tú sigur slíkt!
Eg haldi, at tú heldur skuldi farið eftir teimum sum happa og gera seg inn á samkynd enn at fara eftir tey samkyndu, sum í hesum føri eru offrini.
Nei, tú. Føroyar er ikki eitt paradís og kann heldur ikki samanberast við tað. Ikki fyrrenn øll kunnu liva í frið í hesum samfelagi í góðum korum og javnvág við hvønn annan, kann mann kalla Føroyar fyri nakað líknandi paradís!