Til USA í sambandi við oljuvinnu

Tveir føroyingar, sum arbeiða hjá amerikanskum felag í Norðsjónum, fara fríggjadagin til USA at úbúgva seg víðari í frálandavinnuni


 

Frálandavinna

Aberdeen:

Tveir ungir føroyingar, sum eina tíð hava arbeitt hjá amerikanskum felag á einum flótikrana í Norðsjónum, fara fríggjadagin til USA at útbúgva seg víðari. Meðan teir hava arbeitt í Norðsjónum, hava teir verið við til at stýrt kavbátum í samband við festan av boripalli.

Havnarmenninir Høgni Hansen og Henrik Kølleskov hava í vár arbeitt hjá amerikanska felagnum Oceaneering í frálandavinnuni. Teir eru komnir í samband við ensku deildina hjá Oceaneering gjøgnum samstarvið, felagið hevur við føroyska felagið Atlantic Diving.

Høgni Hansen sigur, at teir hava verið umborð á einum stórum hollendskum flaka og havt eftirlit við smáum kavbátum, sum stýra niðurseting av festi til boripallar.

Høgni greiðir frá, at flakin, Thialf, sum teir hava verið umborð á, meðan teir hava arbeitt í Norðsjónum, hevur heimsins størstu flótikranar. Tveir kranar, sum hvør lyftir 7.000 tons.

Uppgávan hjá havnarmonnunum báðum var at fylgja við, meðan steyrar til festan av einum boripalli vórðu slignir niður í botnin.

? Og tað eru ikki bara hissini steyrar, sigur Høgni Hansen. Teir eru 60 metrar langir og tveir metrar í diametur. Teir vórðu slignir 55 metrar niður í sandbotnin, so bara fimm metrar standa uppundan at festa í.

Eftirlitið við arbeiðinum verður gjørt við ein telduskýggja umborð á flakanum. Haðani verður ein lítil kavbátur, ein sonevndur ROV (Remothy Operated Vehicle), sum er útgjørdur við videotólum, stýrdur.

Høgni Hansen sigur, at teir vóru í grundini bara praktikantar. Royndarsettir. Av tí sama sluppu teir ikki at stýra arbeiðinum sum so, men sluppu tó onkuntíð at taka í »joystikkið«.

? Tað var líkasum at spæla við eitt telduspæl, hóast kostnaðurin hevði verið av heilt øðrum dimensiónum, um tað endaði galið, sigur hann.

Men teir munnu hava klárað tað, teir skuldu, heldur Høgni Hansen, tí teir eru báðir settir í starv hjá Oceaneering. Og fíggjadagin fara teir til USA á skeið, har teir skulu fáa undirvísing, so teir kunnu arbeiða sjálvstøðugt við kavbátunum.

Høgni Hansen sigur, at teir skulu millum annað venja í simulatori, umframt at teir skulu læra at viðlíkahalda bátarnar.

Tá teir eru lidnir við skeiðið í USA, koma teir heim aftur og fara tá at arbeiða á føroyskum sjóøki, har Oceaneering hevur fingið sáttmála í samband við oljuleitingina undir Føroyum. Væntandi verða tvær manningar til arbeiðis, meðan leitað verður undir Føroyum, sigur Høgni Hansen, tí kavbátarnir skulu helst vera í drift allar 24 tímarnar í samdøgrinum.

Hann sigur, at sáttmálin, teir hava gjørt við Oceaneering, er rímiliga góður. Lønin er í lagi, sigur hann, og teir skulu arbeiða einar 200 dagar um árið og hava so frí restina av tíðini.