Til Vága- og Norðoya kommunur

Tað er nógv fyri at hoyra úttalilsi frá Vága- og Norðoya kommunum. Hvat er meiningin?

Sólvit Simonsen

Hvat er landsskatturin roknaður til? Er tað meiningin, at hann skal bert verða nýttur til at lívga Vágum og Norðoyggjum? Hetta haldi eg at vera ein ljót tøkk til landsmenn tykkara, sum allatíðina hava verið við til at goldið tykkara tunlar og hava mett tað sum ein frøi fyri Føroya land.
Ein ávísur maður segði: - Tonk ikki um hvat landið skal gera fyri teg, hugsa heldur um, hvat kann eg gera fyri land mítt!
Formaðurin fyri Klaksvíkar kommunu skrivar um givin lyftir, hvat heldur hon um lyftini, sum vóru givin Sandoynni? Viðtikin av Føroya Løgtingi um tunnil millum Streymoynna og Sandoynna.
Tað hevði glett meg at upplivað, at Suðuroyggin bleiv bundin saman við hinum oyggjunum eisini. Hvussu nógvir pengar eru spanderaðir upp á tunlar í Sandoynni, sjálvt um teir eru hart tiltrongdir, so er tað 0.00 kr.
Nei, hugsið ikki bert um tykkum sjálvar, men hugsið um, at vit eiga øll rætt at liva í okkara deiliga landi.