Hevur tú verið í Keypmannahavn seinastu vikurnar, hevur tú kanska serliga lagt merki til eina valplakat - plakatina hjá føroysku Anniku Smith. Annika hevur nú sitið í ráðhúsinum í Keypmannahavn alt seinasta valskeiðið fyri SF.
– Eg vóni sjálvandi at sleppa inn aftur. Men eg havi kanska ikki havt so góða tíð at føra valdyst í ár, sigur Annika Smith, sum vit hava hitt eina løtu mitt á Vesterbro. Her stendur hon við barnavogni, har sonur hennara liggur og svevur. Tað liggur av tí sama ikki líka væl fyri í ár at føra valdyst, tá so nógv av tíðini fer við at passa sonin.
Men hon roynir hóast alt. Serliga er tað sosiala økið, sum hon brennir fyri. Tí er hon eisini komin á Vestebro fyri at hitta felagsskapin TUBA, sum bjóðar hjálp til ung, ið hava foreldur við rústrupulleikum. Annika leitaði sær sjálv hjálp her sum ung, men bíðitíðin var alt for long. Tí hevur hon í býráðnum arbeitt fyri at geva hesum og øðrum líknandi tilboðum betri sømdir, so onnur ung kunnu fáa best møguligu hjálpina.
– Hetta økið hevur nógv at siga fyri meg. Eg vil hjálpa teimum veiku, sum stríðast, sigur Annika Smith, sum er av Tvøroyri. Aftaná nøkur ár í Føroyum sum barn, flutti hon til Danmarkar sum 8-ára gomul.
– Eg havi ofta hugsað um at flyta aftur til Føroya. Tað kann vera, vit flyta heim um nøkur ár, sigur Annika Smith.
##med2##
Tú kanst lesa longri samrøðu við Anniku Smith í næsta VikuskiftisSosiali, sum kemur á gøtuna seinni í mánaðinum.