Svenning Borg, Vágur
??????????????
Nær ætla tygum, sum hægsti myndugleiki í Føroyum á vinnuøkinum, at Vágbingar skulu sleppa aftur til arbeiðis á flakavirkinum her?
Framtaksgrunnurin hevur lagt sína køvandi hond yvir flakavirkið og harvið verður tað. Er ikki tíð uppá at purra út í Framtaksgrunnin-um ella at skifta manningina út? Tygum hava myndugleikan til at gera tað og átti tað fyri langari tíð síð-ani at verið gjørt.
Nú tjóðveldi er fari úr samgonguni, skuldi kunna bori til at selt tey flakavirkini, sum ídag standa óvirk-in, til áhugaðar á staðnum fyri ein prís,sum flakavirkið kann bera seg fyri, vónandi verður tað eitt krav frá eini komandi, nýggjari bý-ráðssamgongu her á staðnum, at antin opnar flakavirkið aftur ella verður tað niðurtikið, so at grundøkið kann nýtast til annað endamál.
Nú, íð so nógvur fiskur fer óvirkaður av landinum av tí,at ov fáir keyparir eru til fiskin, eigur flakavirkið í Vági at sleppa í gongd aftur á privatum hondum so tað eisini kann verða við í kappingini um ráfiskin og at Vágbingar aftur kunnu fáa eitt virðiligt lív við einum arbeiði á sama støði sum aðrir føroyingar.
Sjálvur haldi eg,at vinnumálastýrið eigur ein part av skuldini fyri, at virki í Vági stendur tomt, flakavirkið átti ikki at staðið stilt í meira enn eitt ár so skuldi tað verið selt áhugaðum, so at arbeiðsplássi ikki datt niðurfyri, tað átti vinnumálastýrið at kent sær ábyrgdina av saman við Vágs býráð, men her hevur skorta uppá viljan til at loysa trupulleikan.
Havi varhugan av,at hendan samgongan, sum nú situr á løgtingi, hevur viljan til at loysa trupulleikan við flakavirkjunum og saman við eini nýggjari býráðssamgongu kann loysa trupulleikan við flakavirkinum í Vági.