Eirikur Lindenskov
? Vit hava verið í Kina, og vit hava samráðst við skipaskiðjuna um sáttmála at byggja tað vaktarskipið, sum vit vilja hava tað, og tann prísurin er hægri enn tær 72,5 milliónirnar, sum tilboðið nú ljóðar uppá.
Hetta sigur Elmar Højgaard, stjóri á Vaktar- og Bjargingartænastuni í viðmerking til tað, sum Álvur Mortensen á Maretec førir fram.
Elmar Højgaard sigur, at einki dult ella loyniligt er í hesum máli, sum hann heldur verða sera einfalt og greitt.
? Vit samdust við skipasmiðjuna um at gera sáttmálan við teimum broytingum, sum vit vildu hava. Upprunaliga tilboðið nøktaði ikki tey krøvini, sum vit høvdu sett, sigur hann.
Elmar Højgaard sigur, at tað sjálvandi hevði verið lættari, um teir skuldu samráðst við eina føroyska skipasmiðju, tí so høvdu teir kent tað tilfarið, sum brúkt varð. Men tá teir vóru í Kina, bóðu teir um at síggja royndir av tilfarinum, og tað var so ikki tað, sum teir vilda hava, tí tað lýkti ikki sama standard, sum tilfarið úr Evropa.
? Hetta kundu vit ikki góðtaka, tí vit ynsktu heldur at brúka tilfar úr Evropa. Tí settu vit okkum í samband við ein føroyskan leverandør, sum nágreiniliga kundi siga, hvat tað var, sum vit vildu hava.
? Talan er ikki um at fáa tilfarið fyrst heim til Føroya fyri síðani at senda tað víðari til Kina. Tilfarið verður bara bílagt av einum føroyskum leverandøri, sum fær tað sent úr Evropa og beinleiðis til Kina, sigur Elmar Højgaard.
Annars vísir Elmar Højgaard á, at teir fingu eitt nýtt tilboð úr Kina 19. januar í ár.
? Vit søgdu týðuliga við teir, at freistin var 15. janaur, tí tá varð tilmælið givið landsstýrinum.
? Hetta nýggja tilboðið er tað sama sum tað gamla tilboðið, sum vit fingu 15. oktober, sigur Elmar Højgaard, ið ikki reiðuliga skilir, at teir nú fáa sama tilboðið aftur.
? Alt arbeiðið, sum vit gjørdu við samráðingunum í Kina er nú til fánýtis, tí teir koma við sama tilboð einaferð enn, sigur hann.
? Skuldu vit tikið av hasum tilboðnum, so mugu vit gera allar samráðingarnar umaftur - og tá standa vit á sama støði, sum 15. oktober í fjør.
Annars sigur Elmar Højgaard, at teirra samskifti alla tíðina hevur verið beinleiðis við kinesararnar, og at teir einki sum helst hava havt at gjørt við Maretec á Argjum.