Tilfeingisskatt heldur enn gjald

- Einki serstakt gjald skal vera fyri sjálvt fiskiloyvið, sigur Føroya Fiskimannafelag, sum hevur sítt egna uppskot um nýggja fiskivinnuskipan.

- Ein fult út føroysk vinna, sum er gjøgnumskygd, sum ikki fremur spekulasjón í rættindum, men sum fremur størst møguliga virðisøking og nýmenning, og sum letur upp fyri, at ein og hvør kann bjóða seg fram.

So stutt kann uppskotið hjá Føroya Fiskimannafelag til eina nýggja fiskivinnuskipan lýsast.

Í uppskotinum, sum kann lesast á heimasíðuni hjá Føroya Fiskimannafelag í kvøld - www.fiskimannafelag.fo - er tað ein tilfeingisskattur aftrat partafelagsskattinum, sum skal tryggja Føroya fólki sín part av fólksins ogn.

Einki serstakt gjald skal vera fyri sjálvt fiskiloyvið.

- Útlutingin skal fara fram umvegis eina almenna tilfeingisbúð á tann hátt, at treytir verða settar til hvørt einstakt loyvi, sum verður tíðaravmarkað, og so skal ein nevnd – ein tilfeingisbúð - velja út millum best skikkaðu umsóknirnar.

Føroya Fiskimannafelag mælir til, at tilfeingisskatturin skal roknast av úrslitinum hjá hvørjum einstøkum skipi sær - eitt felag fyri hvørt skipið - fyri at sleppa undan, at úrslitið við roknskaparligum snildum verður skrúvað niður í lítið og einki.

- Vit hugsa okkum ein flatan tilfeingisskatt – sama skattastig fyri allar skipabólkar – men tað kann altíð verða ein politiskur kjakspurningur, um ásetingarnar skulu verða ymiskar fyri teir ymisku skipabólkarnar.

Meirilutin í Føroya Fiskimannafelag heldur fast um, at fiskidagaskipanin ikki eigur takast av, men uppskot felagsins til nýggja fiskivinnuskipan kann brúkast, sama um talan er um fiskidagaskipan ella kvotaskipan.

- Vit mæla til eina skipan uttan kapitalisering av fiskiloyvum og lættari atgongd hjá fiskimonnum í fiskivinnuna, har landið fær sína tilfeingisrentu.

Føroya Fiskimannafelag vísir á, at málini, sum skulu røkkast við einari nýggjari fiskivinnuskipan, eru eitt nú 1) Fleksiblir og stabilir karmar, 2) Fiskiskapurin skal verða lívfrøðiliga, búskaparliga og samfelagsliga burðardyggur, 3) Fiskiríkidømið verður verandi ogn hjá landinum og skal vera á føroyskum hondum, 4) Eingin kapitalisering av fiskiloyvum, 5) Marknaðarstýring av fiskiloyvum, 6) Fiskiloyvini skulu ikki savnast á ov fáum hondum - og 7) Landið fær hóskandi part av tilfeingisrentuni.

- Fiskiloyvini verða latin teimum, sum kunnu skapa størst møguliga virðisøking og/ella royna at nýmenna fiskivinnuna, og uppboðssøla skal verða av øllum veiddum, óvirkaðum fiski, sigur felagið.