Tað var stuttligt at vera suðringur í Havn leygar-dagin, tá VB vann føroyameistaraheitið í fótbólti, hetta var eitt so positivt upplivilsi, at tað má vera eina tøkk verda.
Hetta at sita so nógvir suðringar saman og vera sum ein maður, tað í sjálvum sær var veldugt, og so tá málini komu og tá fór sum heitur ylur gjøgnum mannamúgvuna og øll somul lupu á føtur í senn í sigursfrøði, tað má bara upplivast. Sjálvt tann, sum lítlan áhuga hevur fyri fótbólti, verður rivin við, tá tað gongst so væl.
Sigurin var uppiborin og tað sást eisini á tí stóru mannamúgvuni, sum var komin á keiina í Havn at fagna sigursharrunum, at tey veruliga untu vágbingum henda sigu, tað vóru bara smílandi fólk at síggja og sum heilsaðu okkum, tá skipið fór frá bryggjuni.
Ferðin suður var ein stórur sigursrómur, sum vit fara at minnast leingi. Veðrið var av tí allar fagrasta, ikki ein ond, og longu tá vit komu inn um Porkerisnes sóu vit tær fyrstu rakettirnar verða sendar upp sum heilsan til meistararnar.
At vera við Smyrli hetta silvitniskvøldið inn eftir Vágsfirði var nakað, sum øll fara at minnast, øll hesi føgru ljós, sum speglaðust í tí blanka sjónum, bygdin upplýst av ymsum brennandi ljósum, ein bátur kom upplýstur við reyðum faklum ímóti okkum, og so allur riðilin av bilum sum ein perluketa inn gjøgnum bygdina, alt hetta saman gjørdi Vágs bygd veruliga til perluna í Suðuroynni hetta kvøldið.
Tá Smyril legði at minti hann mest sum flóttafólkaskipini úr Albania, sum vit hava sæð myndir av, tað hingu fólk allastaðni, men hetta vóru fólk í sigursrómi, sum heilsaðu tí stóru mannfjøld, sum var komin á keiina at taka ímóti VB. Móttøkan var stórfingin, vágbingar eru jú tiknir úr leikum, tá tað kemur til slíkt, so hetta var alt óført.
Lat hetta avrikið hjá VB vera íblástur til tað unga fólkið í Suðuroynni. Hesir unglingarnir høvdu sett sær eitt mál og nú er úrslitið har. Hetta hevur kostað nógv stríð og ein ómetaligan vilja, og sjálvt við so lítlum fólkagrundarlagi vunnu teir kortini.
Einaferð enn hjartaliga tillukku VB og allir vágbingar, allir suðringar takka fyri avrikið, sum vísir at enn eru knotur í okkum.
Viberg Sørensen