Tilnevnd sum ársins fløga: Pandemonium - Sic

Pandemonium hjá Sic er ein av bestu føroysku rokkfløgunum, ið eru gjørdar higartil.

Við fløguni hevur Sic vunnið hjørtuni á áhoyrarum og ummælarum kring heimin. Fløgan er stutt sagt í heimsflokki. Stílurin er sum heild treskimálmur ella thrash metal, men óvanliga melidiøsur treskimálmur. Tó hoyrist íblástur frá bæði øðrum málmi, sosum ferðmálmi, dómsmálmi, av 90?ára rokki, og nógvum øðrum. Sum heild er bygnaðurin av fløguni, framleiðslan og ljóðblandingin góð. Tónleikaframleiðarin og ljóðblandarin Tommy Hansen hevur fingið tað allar besta burtur úr Sic, har er stutt sagt einki at finnast at.

 

Atkvøð fyri Pandemonium sum bestu fløgu við at smsa: pla bu4 til 1930. Hvørt sms kostar 5 kr, og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Kallli kunnu luttaka.

Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um:

1. Samsung F330 fartelefon

2. Ipod Touch 8 Gb

3. Harddiskur Memorex 160 Gb