Limirnir í SIC vóru djarvir, tá teir kunngjørdu, at teirra fyrsta fløga fór at verða ein varði í føroyskum tónleiki. Men eftir at hava hoyrt Pandemonium, so er ikki trupult at síggja, hvar sjálvsálitið kemur frá, teir eru farnir frá at vera eitt lovandi navn, til at vera ein bólkur í heimsflokki. Innan sína tónleikagrein eru Sic einaráðandi í Føroyum og hava verið tað í fleiri ár, men í farna árinum er bólkurin vorðin ein av teimum allar bestu føroysku bólkunum. Eisini umheimurin hevur latið eyguni upp fyri Sic, og bólkurin fær góð ummæli kring allan heim.
Atkvøð fyri Sic sum besta føroyska bólki ella einstaklingini við at smsa: pla bf4 til 1930. Hvørt sms kostar 5 kr, og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Kallli kunnu luttaka.
Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um:
1. Samsung F330 fartelefon
2. Ipod Touch 8 Gb
3. Harddiskur Memorex 160 Gb