Høgni Lisberg hevur lært at brúka røddina á besta og mest áhugaverda hátt, so áhugaverdan hátt, at hann nú telist millum uppskotini til bestu mannligu songrøddina í ár.
Høgni Lisberg er fløguaktuellur við triðju fløgu síni ?Haré Haré? og undir nýggja kunstnaranavninum Hogni. Á nýggju fløguni er hann vaksin við uppgávuni. Frá at verða lovandi tónleikanavnið, ið vit upplivdu á ?Most Beautiful Things? og ?Morning Dew?, er Høgni vorðin ein búgvin komponistur, multitónleikari og eisini ein veruliga góður sangari.
Tónleikurin á ?Haré Haré? er rútmiskt sera áhugaverdur og gevur fyrrverandi Clickhaze trummuleikaranum heilt rætta elementið at spæla sær í, við røddini sum enn einum ljóðføri, ið hann meistarliga brúkar.
Fyri at atkvøða fyri Høgna send eini sms boð til 1930, við kotuni pla bs 2. Hvørt sms kostar 5 kr., og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Vodafone kunnu luttaka.
Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um fleiri góðar vinningar.