Tilnevning besti útlendski bólkur ella einstaklingur: Katy Perry

?I kissed the girl? er eitt av størstu hittunum í ár, og hevur gjørt prestadóttrina úr Kalifornia til eina heimsstjørnu. Nú hevur hon møguleika at ogna sær eina planet. Lagið hevur verið ovast á popptindunum kring heimin, eisini her í Føroyum, har lagið lá fleiri vikur ovast á 15 teimum bestu. Á aðru fløgu síni ?One of the boys? sum kom út í juni, hevur Katy Perry flutt seg langt síðan fyrstu útgávuna í 2001, ið var ein kristilig fløga. Nú er tónleikurin vorðin mainstream popp-rokkur, við tekstum sum hava prikað nokkso fitt av fólki í ofta puritanska heimlandinum. Hetta riggar væl. Nýggjasta stakfløgan ?Hot N Cold?, klárar seg væl á hittlistum í løtuni, lagið hevur verið nummar 1 á 15 teimum bestu, og er nú bert farið av listanum aftur, tí tíðarmarkið á hesum lista er 10 vikur.

Fyri at atkvøða fyri Katy Perry send eini sms boð til 1930, við kotuni pla ub4. Hvørt sms kostar 5 kr., og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Vodafone kunnu luttaka.

Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um fleiri góðar vinningar.