Tilnevning besti útlendski: Bjørk

»Declare Indenpendence!« útkom sum eitt brak og sum eingin annar, enn hon kann tað, so hevur hon hugtikið lurtarar kring allan heimin. Útgávan »Volta« hevur hugtikið fleiri ummælarar og hevur hon fingið góð ummælir. Fyrrnevnda staklag er, sum hon hevur sagt á konsertum og greitt frá fyri altjóða fjølmiðlum, ognað Føroyum og Grønlandi. Og lagið snýr seg um at gerast sjálvstøðugur á ein og annan hátt.