Tiltak fyri føroyingar, ið umhugsa at flyta heimaftur

Fríggjadagin fáa føroyingar í Keypmannahavn høvi at hoyra um møguleikarnar fyri at flyta heimaftur Nógvir spurningar stinga seg upp, tá ið avgerð skal takast um, hvørt man skal flyta heimaftur til Føroya eftir longri uppihald uttanlands.

Tí skipar MFS, Meginfelag Føroyskra Studenta, saman við Eik fyri einum kunnandi tiltaki í Føroyahúsinum fríggjadagin. Framløgur verða um bústaðarviðurskifti, bústaðarlán, barnaansing og arbeiðsmarknaðin í Føroyum. Harumframt verður framløga um búskaparligu og fíggjarligu støðuna í landinum.

Eftir framløgurnar verður føroyskur viðskeri til matna, og Høgni Reistrup stendur fyri tí livandi tónleikinum. Tiltakið byrjar klokkan 16.30.