Tiltøk

Møtir, fundir o.a.

KFUM & KFUK,

Tórshavn

Turrur fiskur og spik o.a. í KFUM í kvøld eftir føstugudstænastu.

Almmenur bíbilfundur verður í KFUK hóskvøldið kl. 19.30 v/ Klæmint Tausen.

Opið hús er í KFUM hvørt fríggjakvøld. Børn undir 13 ár frá kl. 19-21. Ung yvir 13 ár frá kl. 19-01.

Øll eru hjartaliga vælkomin til okkara tiltøk og fundir.


Havnar kirkja

Føstugudstænasta verður í kvøld kl. 20. Jákup Reinert Hansen prestur prædikar.


Kaldbak

Føstugudstænasta verður í kvøld kl. 20. Jógvan Fríðriksson prestur prædikar.


Rhema á Hálsi

Í kvøld kl. 20: Møti.

Fríggjakvøldið kl. 20 byrjar lovsangsseminarið við Eyðun Jacobsen og Irene Nielsen úr DK.

Leygardagin heldur skeiðið fram kl. 9-11.30.

Leygarkvøldið kl. 20: Lovsangskvøld.

Sunnudagin kl. 17: Møti. Tema: Lovsangur.

Øll eru vælkomin.


Ebenezer, Tórshavn

Sunnudag kl. 12: Sunnudagsskúli.

Sunnukvøld kl. 18: Evangeliskt møti.

Sunnukvøld kl. 21: Útimøti.

Mánakvøld kl. 20: Bønamøti.

Mikukvøld kl. 20: Uppbyggingarmøti.

Hóskvøld kl. 20.30: Ungdómsmøti.


Frelsunarherurin,

Tórsgøta 19

Í dag kl. 15: Bøn.

Hóskvøldið kl. 20: Heimaforbundið.

Fríggjakvøldið kl. 20: Møti v/ Major Knut Gamst. Ungdómskórið syngur.


Samkoman

Immanuel

Møti í kvøld kl. 20.


Elim, Søldarfjørður

Møtitíðir:

Sunnudag kl. 12: Morgunmøti.

Sunnudag kl. 12: Sunnudagsskúli.

Sunnukvøld kl. 18: Evangeliskt møti.Mánakvøld kl. 20: Ungdómsløtan.

Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti.


Eiði

Føstugudstænasta verður í kvøld kl. 19. Marjun Bæk prestur prædikar.


Norðskáli

Føstugudstænasta verður í kvøld kl. 20.30. Marjun Bæk prestur prædikar.


Sjómanskvinnu-

ringarnir í Vágum

Allir sjómanskvinnuringarnir í oynni savnast í missiónshúsinum í Miðvági í kvøld kl. 20. Sjómanstrúboðarin verður við. Allar kvinnur eru vælkomnar.


Sjómanskvinnu-

ringarnir í Sandoy

Allir sjómanskvinnuringarnir í oynni savnast í missiónshúsinum í Skálavík leygarkvøldið 28. mars kl. 20. Sjómanstrúboðarin verður við. Burturluting. Allar kvinnur eru vælkomnar.


Vágur

Føstugudstænasta verður í kvøld kl. 20. Heri Joensen prestur prædikar.


Al Anon, Tórshavn

Fundir fyri avvarðandi av lkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld l. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri).


AA-fundur

Sporafundur verður í Havn í kvøld kl. 20 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri).


Bahá?í Miðstøðin

í Gundadali

er fyribils stongd vegna vatnskaða.

Bahá?í-samfelagið

í Tórshavn


Amnesty Interntional Føroya deild

Skrivstovan er opin:

Týsdag kl. 8.30?12.30

Hósdag kl 8.30?16.30


Deyvafelag Føroya

Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00.

Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929

fax 1.3609 og teldupostadr. [email protected]


Javni

N. Finsensgøta 32

Skrivstovan er opin:

Týsdag kl. 10?12, mikudag kl. 10-12 og kl. 14-15.30, hósdag kl. 14?18 og fríggjadag kl.10?12.

  Tilhaldið er opið 1. fríggjadag í hvørjum mánaði kl. 14.30?16.30.


Epileptikarafelag

Føroya

Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 13978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen.


Felagið

Føroyar-Kuba

Opið er á skrivstovuni í Kongagøtu 11, mikudag kl. 16-18. Mánad., týsd., hósdag og fríggjad. kl. 10-11.

Tlf. 13016 - Fax 13824.


Sjómansheimið

»Ørkin«

Brautarholt 29,

105 Reykjavík

Sunnudag møti kl. 17.

Mánakvøld bíbliutími kl. 20.30.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Nærri upplýsingar á

tlf. 009 354-568-0777


Føroyska arbeiðið

í Eliaskirkjuni

Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49. Inngongd undir stóru trappuni. 5 min. at ganga frá Hovendbanegården, 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1, 6, 14, 16, 28 og 550S steðga nærhendis. Øll eru vælkomin. Nærri fæst at vita frá Atla Rasmussen, tlf. 32 96 99 95, ella Øssuri Kjølbro, tlf. 36 77 38 20.


Sunnudagsskúli

í Keypmannahavn

Sunnudagsskúli er hvønn sunnudag kl. 14 á Oyrasundskollegiinum, Dalslandsgade 8, og í Føroyahúsinum, Vesterbrogade 17A. Øll eru hjartaliga vælkomin. Nærri fæst at vita frá Jan Johannesen, tlf. 30 35 59 66.


Vitin

Vitin skipar fyri familjulegu skírishósdag til páskaaftan, sum er 9. til 11. apríl 1998.

Prísurin er:

600 krónur fyri familjuna

270 krónur fyri ein vaksnan 75 krónur fyri eitt barn (7- 14 ár)

Gjaldast kann við kekki ella á danska girokonto 1038419.

Áhugað kunna venda sær til Vitan á tlf. 8624-7773 / fax 8624-7787 ella skriva nakrar reglur til [email protected]. Freistin at tekna seg er 1. apríl, og enn er pláss, so tekna teg áðrenn nábúgvin.

Vinarliga,

Vitin 

Haurumsvej 35 st th

Tilst

DK-8381 Mundelstrup 

Danmark 


Kristnastova

Birmavej 36, København S, tlf. 31 55 18 09 /

fax 31 58 61 49.

Fríggjakvøldið kl. 20 er kristiligur fundur. Sunnumorgunin kl. 11 er samkomufundur við breyðbróting og sunnudagsskúli kl. 12.30.


Evangeliska Røddin

Odense. Føroyska sending

in frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz.


Malta, Hirtshals

Sunnudag:

Kl. 11: Breyðbróting.

Sunnudagsskúlin byrjar aftur, tá skúlarnir byrja.

Kl. 18: Evangeliskur fundur.

Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti.

Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn.

Samkoman Malta

í Hirtshals


Føroyingafelagið

í Aalborg

Lille Kongensgade 10B

9000 Aalborg

Tlf. 98 13 63 30

Húsið er opið:

Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 17-19.

Leygardag frá kl. 22-03.

Føroysk bløð liggja frammi, fríggjadag eisini Dagur og vika.

Hvønn sunnudag kl. 17 er kórvenjing í húsinum.

Hvønn týsdag er føroyskur skúli fyri børn á Herningvejskole.

Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur.

Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 15 38 78.


Føroyahúsið

í Keypmannahavn

Vesterbrogade 17 A

1620 København V

Tlf. 31 23 15 87

Fax 31 23 15 18

Kunningartlf. 31 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum.

Týsdagsdøgverðarnir eru hvønn týsdag fram til 26. mai.

Bingo er annan hvønn týsdag fram til 28. apríl.

Ráðgevingin: Tlf. 31 23 99 80, Fax 31 23 92 34 er opin mánadag, týsdag og hós-dag kl. 11.30?15.30. Mikudag kl. 14?18.

MFS, Tlf./fax 33250210 Opið mikudag og fríggjadag kl. 16?18.

Oyggjaskeggi, tlf./fax 31232310.

Nærvarp Okkara, tlf. 31228401.

Skúlin, 53681757.


Føroyingafelagið

í Århus

Vestergade 48 D,

8000 Århus C

Áarstova er opin mánad.? hósdag kl. 16-18.

Fríggjakvøld kl. 21-03, atgongumerki fyri ikki limir 10 kr.

Føroyskur skúli fyri børn leygardag, ólíka vikur, frá kl. 11.00 til 14.00.

Innandura fótbóltur í Bellevue høllini leygardag kl. 19.

Innandura fótbóltur í Hasselager Skole frá kl. 15-17.

Styrkivenjing og motión í Vorrevangsskolen hósdag kl. 18-19.

Flogbóltur í Frydenlundskolen fríggjadag kl. 16-18 og svimjing kl. 18-19.

Sertiltøk: Hoyrið telefonsvararan á tlf. 86-180604.


Føroyingar í Noregi

Norsk-Færøysk Lag skipar javnan fyri tiltøkum fyri føroyingum og fólki við tilknýti til Føroyar. Tiltøkini verða hildin í Oslo, og nærri

upplýsingar um tíð og stað fáast við at venda sær til felagið á tlf. +4722674829.