Hetta fekk heldur ikki politikarar okkara at rakna við, og nú fær tað nærum mønustingin, tí Føroya Tele nú fer at ávirka, hvat Føroya fólk fer at síggja av fremmandum sjónvarpsrásum. Í grundini er hetta stigið ikki so kollveltandi, tí Føroya Tele bindur bara nakrar ræsur saman og gevur okum eitt tilboð. Og so kunnu vit sjálv gera av, um vit taka av tilboðnum ella ikki.
Men henda nýggja skipanin kemur so at siga gjøgnum bakdyrnar og er ikki partur í eini meting um sjónvarps- og mentanarpolitikk okkara. Tórshavnar kommuna hevur í eini 13 ár rikið Rás Tórshavn við fimm rásum, men í fjør stungu nakrir trupulleikar seg upp. Kommunan letur, sum skilst, Føroya Tele taka sær av trupulleikanum, og so fer steinurin á rull.
Vinnumálastýrið gevur Føroya Tele loyvi at arbeiða við málinum. Væl er arbeitt, og nú royndarsendir Televarpið við heili 20 sjónvarpsrásum. Frálíkt hjá okkum sjónvarpshyggjarum, men ikki so stuttligt hjá Mikkjali Helmsdal og hansara manning á Abbatrøð. Trupulleikin verður nú handaður Mentamálastýrinum og nýggju landsstýriskvinnuni. Orsøkin er einfalt hon, at meginparturin av tí, sum Sjónvarpið sendir, í dag, kemur frá teimum rásum, sum vit í framtíðina fara at fáa beinleiðis inn í sjónvarpsstovurnar.
Hevur SVF havt lítið at bjóðað frammanundan, so verður útboðið upp aftur minni. Skal SVF hava ein livandi kjans, má SVF økja útboðið á føroyskum tilfari, og tað kostar pening. Tann pening, sum Føroya Løgting ongatíð hevur kunnað játtað sjónvarpinum. Tilvildin ræður eisini á hesum øki.