Tað gongu einki serligt í byggivinnuni, og tað noyðast eisini timburhandlarnir at sanna.
Havnar Timburhandil tók tí avgerðina at lata deildina í Vestmanna aftur. Tað hendir fríggjadagin.
- Úrvalið í einum timburhandli má vera stórt, og vit noyddust at velja ímillum antin at byggja út í Vestmanna ella at lata aftur, sigur Heini Fosaa, stjóri.
Havnar Timburhandil hevur seinastu trý árini leigað hjá Vest Pack í Vestmanna.
Tveir menn hava arbeitt á deildini í Vestmanna. Teir eru báðir uppsagdir men hava fingið í boði, at um meira verður at gera, kunnu teir fáa arbeiði hjá timburhandlinum í Havn.
Heini Fosaa heldur, at vestmenningar fara at fáa betri tænastu viiðvíkjandi vøruúrvalinum +ur sttóra handlinum í Havn.
Umframt handilin í Havn, hevur Havnar Timburhandil eisini handil á Kambsdali. Ongar ætlanir eru um at lata tann handilin aftur. Tann handilin er væl størri enn handilin í Vestmanna.