Tað er púra burturvið at timburlærlingar á Glasi verða koyrdir útum at ganga í skúla.
Soleiðis sigur Føroya Handverksmeistarafelag um ta loysnina, ið hevur verið til timburlærlingar á Glasi.
Eingin ráhøll er á Glasi, og tí hevur ein partur av timburarbeiðinum gingið fyri seg í einum tjaldi, sum altso fór í luftina í óðnarveðrinum herfyri.
Áðrenn Glasir varð bygt, húsaðust timburlærlingarnir á Tekniska skúla, sum handverksmeistarafelagið var við at seta á stovn.
– Eftir at skúlagongdin er komin inn undir Mentamálaráðið, metir Føroya Handverksmeistarafelag ikki at lærlingaviðurskiftini í nóg stóran mun verða hóskandi raðfest. Hetta sæst eisini aftur í, at lærlingar nú skulu útum at ganga í skúla. Tað eru heldur ikki bara timburlærlingarnir, sum ikki hava nøktandi umstøður. Eitt nú gera el-lærlingarnir sveinastykkið undir trappuni. Hetta er ikki nøktandi, sigur Handverksmeistarafelagið.
Handverksmeistarafelagið vísir eisini á, at áðrenn Glasir varð bygdur, stúrdu handverksligu útbúgvingarnar fyri, at tað bókliga fór at vera raðfest fram um alt annað, og harumframt vóru tað eisini hesir fakbólkar, ið vístu á, at tað bar ikki til at byggja Glasir fyri upprunaligu játtanina.
– Síðani bleiv bygningurin minkaður, tí hann kundi ikki byggjast fyri játtanina. Mann sigur nú, at tað í dag eru fleiri lærlingar enn tað vóru, tá skúlin var teknaður. Tað var tá eitt stórt undirskot uppá arbeiðsmegi við handaligum førleikum, so tað kundi bara koma fleiri lærlingar, sigur Handverksmeistarafelagið.
– Í grundini átti talið av lærlingum at verið væl hægri, tí eftirspurningurin eftir handaligum førleikum er framvegis risastórur. Mann eigur ikki at tekna ein bygning eftir minsta marki. Serliga ikki, tá mann sum samfelag hevur stóran tørv á hesum førleikum.
Handverksmeistarafelagið metir tí, at tíðin er komin til at Mentamálaráðið og Glasir eftirmeta sínar raðfestingar.
– Hvørki timburlærlingar ella nakrir aðrir lærlingar skulu arbeiða í einum tjaldi uttanfyri skúlan. Ja, tað er rætt at lærlingar megna at arbeiða uttandura, men avgerðin at koyra teir útum at ganga í skúla er púra burturvið.