Eftir at fimm av níggju umførum vóru fingin frá hondini týskvøldið, vóru tað teir tríggir, ið eru ovastir á styrkislistanum, sum lógum best fyri í FM kappingini í talvi fyri einstaklingar, sum í hesi vikuni er í Klaksvík.
Martin Poulsen er einsamallur á odda við 4 stigum. Í 5. umfari vann hann í klassiskum stíli við hvíta fólkinum á Torkili Nielsen. Hóast sín unga aldur telvar Martin trygt og potentielt. Hann vann sær støðugt smáar fyrimunir og fekk fulla úrtøku.
Heini Olsen vann trygt við hvíta fólkinum á Sjúrði Thorsteinsson, og Carl Eli Nolsøe Samuelsen fekk fult móti Hans Kristiani Simonsen. Tað hevur hilnast illa hjá Hans Kristiani hesa ferð. Talvið tóktist rættuliga javnt, men Hans Kristian spenti bogan fyri at vinna, og so endaði tað við, at hann misti tvær finnur og tapti.
Rani Nolsøe hevði staðið seg væl í fýra teimum fyrstu umførunum. Í fimta umfari tapti hann við hvítum móti Finnbirni Vang, sum hevur staðið seg avbera væl. Teir hildu seg báðir hava møguleika at vinna, men í endaspælinum var Finnbjørn meiri neyvur og fekk fulla úrtøku.
Haldur Suni Johansen varð mettur at standa til sigur á Eyðálvi Johannesen, men tað endaði remis. Undan 6. umfari, sum teir fóru undir seinnapartin í dag, var støðan. Martin Poulsen 4 stig, Finnbjørn Vang og Carl Eli Nolsøe Samuelsen 3 ½ stig, Heini Olsen og Rani Nolsøe 3 stig, Eyðálvur Johannesen og Torkil Nielsen 2 stig og Hans Kristian Simonsen, Sjúrður Thorsteinsson og Haldur Suni Johansen 1 stig. Útsetta talvið frá fyrsta umfari millum Heina Olsen og Hans Kristian Simonsen verður telvað í dag. Í almenna bólkinum eru Jón Mikkelsen og Rógvi Dragaberg á odda við 4 stigum. Í unglingabólkinum eru Hjalti T. Jógvanson og Rógvi E. Nielsen á odda við 4 1/2 stigi.