Tine Bryld vitjar í Føroyum

Tað er Kvinnufelagið sum skipar fyri ferðini, har kendi danski sosialráðgevarin og rithøvundin, sum eisini hevur havt útvarpssending í DR í 25 ár, kemur til Føroya at halda fyrilestrar

Í døgunum 15. og 16. september vitjar Tine Bryld í Føroyum, har hon m.a. fer at halda almennan fyrilestur í Norðurlandahúsinum, og í Grønlendingahúsinum.

59 ára gamla Tine Bryld er útbúgvin sosialráðgevi, og hevur arbeitt á Christiania í fleiri ár, men hevur við síðuna av hesum arbeiði skrivað hópin av bókum um viðurskiftini hjá børnum, ungdómi og foreldum, sum hon hevur flættað inn í skaldskap sín.


Forsprákari

fyri ungdómin

Tine Bryld er eisini kend sum tann persónur í Danmark, sum veit mest um hvat rørir seg í danska ungdóminum, sum hon hevur verið forsprálari fyri í eitt ættarlið.

Seinastu 25 árini hevur hon havt sending í DR, ið er ungdómsráðgeving. Í fyrstuni kallaðist sendingin ²Tværs², men nú hevur hon fingið heitið » Telefon til Tine».


Kvinnuhúsið tekur áhugaverd evni upp

Tað er afturvendandi tiltak hjá Kvinnuhúsinum, at bjóða fyrilestrarhaldarum til Føroya at tosa um okkurt áhugavert evni.

Hesaferð er Tine Bryld gestur hjá Kvinnuhúsinum.

Almenni fyrilesturin í Grønlendingahúsinum týsdagin 15. september kl. 19.30, kallast» I den bedste mening», sum er bók ið Tine Bryld gav út í vár. Bókin er um 22 grønlendsk børn, sum í 1951 vóru við í vísundaligari roynd, har tey m.a. vóru send til Danmarkar.

Í bókini hevur Tine Bryld tosað við hesi børnini, sum nú eru tilkomin og avvarðandi teirra.

Fyrilesturin í Norðurlandahúsinum er mikukvøldið 16. september kl. 19.30.

Heitið er: »Ráðgeving av børnum og ungum - sæð út frá 25 árum sum ungdómsráðgavi í Danmarks Radio».