Tinganest á Ljósfestini í Vági í august

Í døgunum 15., 16. og 17. august skipar Vágs kommuna fyri Ljósfest.

Fríggjakvøldið er hugnakvøld í tjaldinum við live-tónleiki og heiðran av vágbingum o.a.

Leygardagurin er tann stóri dagurin við m.a. listaframsýningum, barnaundirhaldi, sølubásar og stórt tónleikatiltak um kvøldið.

Sunnudagin eru útimøtir í tjaldinum.

Tinganest spæla fríggjakvøld.

Okur kunnu hervið avdúka, at framúr góði tónleikabólkurin Tinganest, spælir í tjaldinum til Ljósfestina í Vági fríggjakvøldið hin 15. august.

Tinganest eru ein av teimum heilt stóru innan føroyska tónleikasøgu og har teir við framúr góðum sangum og ígjøgum fleiri áratíggir, hava spæt seg inn í okkara hjørtu.

Tí gleðir tað okkum allmikið at kunngerða, at Tinganes spælir til Ljósfestini í Vági fríggjadagin hin 15 august, skrivar Ljósfest á facebook.