Tingfundir eisini í næstu viku

So nógv tingmál eru eftir at viðgera, at løgtingið ikki sum ætlað fer til hús fríggjadagin.

So nógv tingmál eru eftir at viðgera, at løgtingið ikki sum ætlað fer til hús fríggjadagin.

 

Løgtingsformaðurin hevur boðað frá, at einir tríggir tingfundir verða aftur í næstu viku. Eftir ætlan tingsins skuldi seinasti tingfundur í hesi tingsetuni verða fríggjadagin.

 

Men av tí at so mong mál eru eftir at viðgera er neyðugt við fleiri tingfundum í næstu viku. Landsstýrið er komið við fleiri málum, sum eru løgd fyri tingið efitr at tíðarfreistin er farin. Tingmál skulu hava tríggjar viðgerðir á trimum ymsum tingfundum.

 

Tingfundur er í dag klokkan 11. Skráin fyri tingfundin sær soleiðis út:

 

 

1. Ófráboðaðir fyrispurningar

 

2. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 145/2014: Uppskot til løgtingslóg um almenna forsorg (Forsorgarlógin) (Ásetingar um endurvenjing)

 

3. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 146/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna forsorg (Forsorgarlógin)

Málið veðrur beint í Trivnaðarnevndina

 

4. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 147/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk

Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

 

5. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 152/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Hækkan av inngjaldi)

Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

 

6. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 150/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja virknis- og umlættingardepil í Sandoynni til børn og ung við serligum avbjóðingum

Málið verður beint í Fíggjarnevndina

 

7. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 144/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matvørur v.m. (Broytt gildiskoma)

Málið verður beint í Vinnunevndina

 

8. Framløga