Tinghellan: Tingið er sett!

Kári á Rógvi hugleiðir á Tinghelluni í dag um tað at seta nývalda tingið. Gamalt er, at tingið verður sett ólavsøkudag, men eftir hvørt val er ein serligur dagur, tá nývalda tingið verður sett. Hesin dagur átti at verið hildin eins og ólavsøka, tí henda dagin velur Tingið fremsta tingnarstarv landsins ? løgtingsformannin

Føroya Løgting er millum elstu ting í heiminum. Í fleiri enn túsund ár hava føroyingar sett tingið um summarið, á ólvasøku. Vit vita ikki rættiliga, hvussu ofta tingmenninir vórðu valdir í heilt gamlari tíð, men tingið varð sett á hvørjum ári.
Á okkara døgum seta vit enn Tingið á ólavsøku. Tá ganga tingmenn skrúðgongu og løgmaður heldur røðu. Tingið og ta politisku skipanina hava vit øll til felags, og ólavskøkan annars er eitt hátíðarhald av øllum tí, ið bindur fólk og land saman. Frá kórsangi og listaframsýning til hondbólt og kappróður, frá útimøtum og gudstænastu til vertskap og dans.
Tá tingið varð sett henda dagin, var tað ein eykaólavsøka, ein serligur tjóðardagur. Men har manglaði alt tað festliga, alt tað tjóðarbyggjandi. Sjónvarpið visti ikki meira at siga okkum, og sendingin steðgaði tí í hálvan tíma.
Dagurin átti at verið hálvur frídagur (og hálvur dagurin eftir), so allir føroyingar høvdu møguleikan at sæð tingið verða sett. Kórsangurin, skrúðgongan og smá børn við fløggum hoyra til, tá helst elsta tingið í verðini verður sett. Um ikki í Dómkirkjuna, kundu tingmenn vitja gomlu Tinghelluna á Tinganesi. Tí tað var har okkara demokrati byrjaði, ikki í hasi kroysuni, sum amt-maðurin við vilja bygdi lítla og skirvisliga í skugganum av Amtmansborgini.
Stýrisskipanarlógin sigur, at løgtingsformaðurin hevur hægstu tign landsins ? hann er okkara landshøvdingur, hann røkir fleiri av teimum uppgávum, sum drottningar, kongar og forsetar hava aðrastaðir; og meðan løgmaður skal vera leiðari hjá samgonguni, skal formaðurin hjá Føroya løgtingi verða fremsti leiðarin hjá okkum øllum.
Tað er einaferð um árið at ólavsøka er, men tað er bert fjórða hvørt ár, at vit velja tingformann, somikið meiri átti dagurin at verið hildin.
Góðkenna valið
Tá tingið hittist soleiðis nývalt, hevur tað onki høvd, ongan formann. Tingskipanin ásetur tí, at elsti maður á tingi skal vera fyribilsformaður til annar er valdur. Tað løgna er hjá okkum, at tað er elsti í árum heldur enn elsti eftir tingaldri. Ellisformaðurin kann tí saktans vera nývaldur tingmaður, og júst tað hendi í 1994, tá Jákup Joensen í Lopra var ellisformaður.
Fyrsta málið á skránni var at góðkenna valið. Sum flest øll onnur ting í verðini skal tingið hjá okkum sambært stýriskipanini sjálvt góðkenna sítt egna val. Upprunin til regluna er sjálvsagt tann, at tingini vilja ikki hava, at tað eru kongur, stjórnin ella dómstólarnir, ið taka støðu til valið.
Men, hvussu kann tingið møta á fundi og góðtaka valið, áðrenn tað sjálvt er góðtikið? Jú, valstýrini skriva tingmonnum valbrøv eftir at hava fíntalt valið í einstøku valdømunum. Landstýrið skrivar teimum fimm eykavaldu tingmonnunum valbrøv.
Tingið kann velja at telja atkvøðurnar umaftur ella taka støðu til ivamál í einstøkum valdømum, um tað leggur í. Vanliga er tó skjótt hjá tingmonnum at góðtaka tað, sum valstýrini hava avgjørt. Allir flokkar eru umboðaðir í ymsu valstýrunum, so tingið hevði helst frætt tað, um ónøgd var.
Tingið er sett!
Í gomlum døgum var tingið sett á ólavsøku og fundaðist so í nakrar dagar. Vit eru øll so ymisk og vit fata veruleikan líka nógv í litum, ljóði og við sansunum sum í orðum. At seta tingið er ofta sera stórur høgtíðardagur í øðrum londum, eins og tað enn er hjá okkum á ólavsøku. Men, henda dagin í tinginum var setanin so ófestlig, keðilig og, ja, fyri nógv helst óskiljandi, at tað var stórt spell.
Setanin var so fremmand, so ekspertframleidd, at ellisformaðurin ikki dugdi hana uttanat ? tað er annars meiningin við at ellisformaðurin setur tingið, hann er tann, sum skuldi vita best, hvussu tað eigur og plagar at vera. Mín kæri vinur Heini í Kunoy tyktist hvørki kendur ella vandur við boðini frá tingskrivstovuni, ið hann noyddist at lesa upp henda dagin. (Eg kann nevna, at í bretska tinginum eru tveir tingmenn í House of Lords, ið hava arvaligar uppgávur í samband við at seta tingið og aðrar tingligar hátíðir ? tað er at varveita sína mentan).
Tað mest grátiliga er tó, at Tinghúsið onga tinghellu hevur. Umbygda tinghúsið er trúðfast móti teirri smáttuni, sum amtmaðurin gav okkum í 1856, heldur enn móti okkara egna upprunaliga tingið úti á Tinghelluni í Tinganesi. Meðan fleiri hundrað fólk kundu standa á Tinganesi og fylgja við, kunnu eini tjúgu fólk siga í Tinghúsinum ? og hyggja í nakkan ella afturpartin á tingmonnum.
Drama innan veðbondini
Tað dramaðið, sum vantaði í sjálvari setanini, var afturfyri til fulnar til staðar, tá tingið valdi sær nýggjan formann. Tingformaðurin fráfarni, Finnbogi Ísaksson, varð ikki stillaður uppaftur til løgtingsvalið, og tí skuldi tingið finna ein annan persón. Hetta er ikki lætt. Partvís tí at tingflokkarnir eru øvundsjúkir inn á hvør annan, partvís tí ongin samgonga er, og samgongan vanliga semist um at velja tingformann. Men partvís eisini tí flestu tingmenn vilja ikki vera tingformenn ? í øllum førum ikki enn. Tí tað er vorðið so, at tingformaðurin skal vera ein av teimum eldru vísu tingmonnunum, sum ikki longur er við í kappingini um at gerast løgmaður, landstýrismaður ella floksformaður. Innan sum uttan tinggátt er tað galdandi, at øll vilja gerast gomul, men ongin vil kallast gamal.
Hesuferð vóru trý uppskot. Javnaðarflokkurin vísti á Edmund Joensen, ið eisini fekk stuðul frá sínum egnu í sambandsflokkinum og ? kanska eitt sindur óvæntað ? frá sjálvstýrisflokkinum. Harvið var ein 16-manna samgonga skipað um Edmund.
Fólkaflokkurin stillaði Óla Breckmann upp. Óli er elsti tingmaður eftir árum á tingi. Fyrstu ferð valdur í 1974 og afturvaldur hvørja einastu ferð síðani. Óli er vanliga hvørki limur í formanskapinum ella í tingnevndunum, hann er venjari og leiðari hjá fólkaflokkinum á tingi. Óli fekk tó ? sum so mangan ? bert stuðul frá sínum egnu, hóast eitt deiligt menniskja privat, er Óli ikki júst typan at vinna sær vinir millum síni politisku mótstøðufólk. At skjóta Óla upp var helst líka nógv at siga, at vátt er komið fullveldisreiðrið
Triðja uppskotið var Hergeir Nielsen úr tjóðveldisflokkinum. Hergeir er sera royndur tingmaður og hevur verið tingformaður fyrr, men sum partur av samgonguni 1985-88. Helst fekk hann tá sessin sum troystipremiu, tí hann ikki slapp í landstýrið ? sum so mangir aðrir tingformenn. Tað mest óvæntaða var, at hann fekk stuðul frá miðflokkinum. Onkur helt skemtandi fyri, at tað vóru teir báðir frelstu flokkarnir, sum gjørdu samgongu.
Mannagongdin
Tingskipanin krevur í slíkum førum, tá bert ein persónur skal veljast, at tað avgjørdur meiriluti er fyri valinum í fyrsta umfari. Tær sekstan atkvøðurnar hjá Edmundi vóru tí ikki nóg nógvar. Tey flestu høvdu helst ringt við at fylgja við í atkvøðugreiðsluni. Ongin kann siga tey ring fyri tað, tí tann spildurflunkandi nýggja atkvøðuskipanin hjá tinginum kláraði heldur ikki ein gang at fylgja við.
Men, tvær ferðir atkvøddi tingið. Triðu ferð bert millum nummar eitt og tvey, Edmund og Hergeir. Stóð tá á jøvnum, so skuldi lutur takast um formannin. Tá av tornaði atkvøddu tríggir fólkfloksmenn ikki, Óli Breckmann, Jógvan við Keldu og Heðin Zachariasen. Tí vann Edmund 16 móti 13.
Hvønn kennir tú á Oyri?
Edmund Joensen er helst hugnaligasti og vísasti tingformaðurin, ið hugsast kundi. Fleiri hava kanska hug at siga, at teimum dámdi hann ikki, tá hann var løgmaður. Til tað er at siga, at fyri tað fyrsta var hann tá leiðari hjá samgonguni ímóti andstøðuni, fyri tað næsta var hann løgmaður í helst truplastu tíðini eftir kríggið, og fyri tað triðja royndi hann ikki sørt at vera meiri alvorligur og fattur, enn hann í grundini er.
Edmund á Oyri er ein vertskapsmaður, ein hugnaligur abbi, vinnulívsmðaur og bridgespælari. Hann er tann einasti eysturoyartingmaðurin, sum verður valdur fyrst og fremst av veljarum í øðrum bygdum enn egnu heimbygd síni. Edmund er tingmaður, tí at hann er ein virdur leiðari millum sínar líkamenn, heldur enn tí at hann kennir eina trongd at hevda seg ella gera karrieru.
Í grundlógararbeiðnum var Edmund ein tann gløggasti analytikarin. Edmund er tó ikki ein serliga bókligur maður. Meðan hin stóri eysturoyingurin á tingi, Tobbi, finnur vísdóm hjá Alexandur Mikla og Heinrich Böll, ger Edmund sínar egnu eygleiðingar ella ber saman við bridgspælið ella aðrar annað í vinnu og lívi sínum. Síðani hann slapp av við formanssessin í sambandsflokkinum er hann vorðin ein "eldri statsmaður" ? ein gløggur eygleiðari við miklum innliti..
Tað var ein tíðiliga rørdur Edmund Joensen, ið takkaði fyri valið og lovaði at vera tingformaður hjá okkum øllum og at halda andan í øllum teimum skjølum, ið skapa reglurnar um okkara høga ting. Í sermálum hava vit ongan kong, og sigur stýriskipanin, at Edmund sum tingformaður nú er okkara mest tingarligi leiðari.
Eftirnavn fyrst
Fráfarni tingformaðurin, Finnbogi Ísaksson, brúkti meginpartin av tíðini sum tingformaður at royna at fáa tingmenn at kalla hvønn annan við eftirnavni, tí tað gera tey í grannalondum okkara, eitt nú í? Onki kann vera meiri óføroyskt. Og tað var eisini skemtiligt at hoyra Finnboga siga ?Jógvan oytur Jógvan á Lakjuni í Tingsalinum?. Sjálvt ellisformaðurin, Heini í Kunoy, fekk tað ongantíð lært ? "Nú er Edmund valdur" ? so fjart er tað frá okkum føroyingum at brúka eftirnøvn, tá øll vita, hvønn vit meina við.
Sum sambandsmaður hevur Edmund ikki tað somu trongdina sum Finnbogi at vísa, at hann kann gera alt líka væl sum ? og uppá sama máta ? sum tey gera í Danmark. Tað er tí at vóna, at Edmund ger okkum tingskipanina meiri heimliga og føroyska og fer at vitja onnur ting enn júst danska fólkatingið at fáa sær íblástur. Tynwald, tingið á oynni Man, ið verður sett á gomlu jóanssøku, bretska tingið, íslendska tingið, tingi í Nebraska og amerikanska kongressin áttu at verið millum fremstu málini, umframt tey norðurlendsku tingini sjálvandi.
Hvørja skel
Avbjóðingin hjá Edmundi verður at hugsa um hvørja skel í Føroyum. Møguliga skal Edmund standa fyri einum formansumfari heilt skjótt, møguliga ikki fyrr enn eftir summarferiuna, møguliga als ikki. Men Edmund fær í øllum førum kjansin at gera formansembætið til tað tingnarliga og savnandi sætið hjá føroyingum. Í gamla tinginum var tað tingformaðurin, ið kallaðist løgmaður. Eftir gomlu máti er Edmund júst vorðin løgmaður nú.
Ein uppgávan hjá honum verður at skipa fyri at manna tingnevndirnar. Tað besta var, um Edmund skipaði eina semju um formansessirnar, so vit ikki fingu lutakast um teir, og síðani broytti tingskipanina so frætt, at tingnevndirnar í summar sluppu at seta seg við nøkrum átroðkandi málum, fíggjarnevndin við játtanarskipanini og pensjónsmálinum, trivnaðarnevndin við eldrarøktini, uttanlandsnevndin við tí ríkisrættarliga og so framvegis til tess at náa breiðum semjum um tey mál, ið røkka langt tvørturum valskeiðini.
Við hesum orðum ynskja vit á Tinghelluni Edmundi Joensen hjartaliga tilukku við formanssessinum á Føroya Løgtingi og við fremstu tign landsins.