Tingkvinnurnar hava sanniliga verið sjónligar

Nú val stendur fyri durum, kyknar afturvendandi kjakið upp um kynsbýtið í tinginum, og um munin á kvinnuligum og mannligum valevnum, sum bjóða seg fram á valinum komandi

Aftur hesaferð eru ikki nógvar kvinnur uppstillaðar í ymsu flokkunum, og tosið um, at kvinnur ikki duga at koma sær fram, eru smædnar og hava bert skil fyri teimum bleytu virðunum o.s.fr., verður jaglað upp í saman, so vit at enda skulu halda, at so er.
Í veruleikanum minnist eg ikki ella kann seta navn á einstaka tingmannin, sum hevur verið frammi á tingsins røðarapalli seinastu fýra árini, men tá um tingkvinnurnar ræður, er eingin trupulleiki. Tær hava als ikki smæðst burtur í tí politiska arbeiðnum í farna valskeiði.
Tað kom mær til hugs ein dagin, eg hoyrdi ein "fimmara" um evnið í Útvarpinum. Tingkvinnurnar hava í hvør sínum flokki roynst ógvuliga væl. Bæði í orðaskiftinum í tinginum og í almenna kjakinum, hava tær flestu verið virknar. Tú kanst verða samd ella ósamd í tí, tær framføra, alt eftir politiskum liti og hugsjónum, men tað skerst ikki burtur, at tíðin er farin frá hugtakinum, at menn duga betur enn kvinnur at stýra landinum.
Hóast tingkvinnurnar bert hava verið fimm í tali í hesum tingskeiðnum, og hava umboðað hvør sín flokk, haldi eg, at tær hava fylt karmarnar út, eftir tí, sum vit veljarar kunnu krevja av politikarunum. Við øðrum orðum, tað er ikki bara umráðandi, hvussu kynsbýtið er á monnum og kvinnum í tinginum, men um hvussu limirnir umsita síni málsøki, og geva seg til kennis í almenna kjakinum.
Tey flestu, sum eru áhugað í samfelagsmálum og politikki, vita helst hvørjar tingkvinnurnar eru, men eg loyvi mær at ivast í, um nøvnini á øllum tingmonnunum sita eins væl eftir í huganum, tá valskeiðið er farið. Ja, nakrir teirra eru so ókendir, at tú neyvan veitst, at teir eru har.
Hinvegin er kanska ikki neyðugt at stúra fyri framtíðini, bara tí færri kvinnur eru á vallistunum, tí tær, sum hava bjóðað seg fram, hava eins góðan kjans at verða valdar og mannligu umboðini. Nógvar hava eisini í dag, í størri mun enn áður, fingið góðar útbúgvingar, sum kann vera ein persónligur fyrimunur, tá tær bjóða seg fram - og eisini, at ungu veljararnir hava onnur ynski enn bara at velja sama flokk og umboð, sum foreldrini.
Tað er ikki talið, men avrikið sum telur, men tað tykist sum rákið at fáa fleiri kvinnur inn á ting, nú fær meira vind í seglini enn áður. Tað sæst best av tí, at hetta málið verður tikið upp alment.
Vit, sum minnast 20 ? 30 ár aftur í tíðina kunnu bert staðfesta, at hóast tað hevur verið drúgt at venda gongdini, so er kortini stór broyting hend, frá teirri tíðini, tá kvinnur bert vóru "toldar" sum valevni á flestu flokslistum, men samstundis fingu boð um ikki at "agitera" ? og til í dag, nú verulig uppstilling og kapping um sessirnar fer fram.
Eru tað kortini flokkar, sum gera sær "dælt" av at hava vakrar kvinnumyndir at prýða vallyftini við, so lat teir bara tað. Tey, sum verða vald at stýra tey næstu árini, fáa møguleika at prógva teirra styrki, og tað er tað sum telur, tá samanum kemur.
Eitt er, at kvinnur sigast at verða betri fyrireikaðar í arbeiðinum. Annað er, at einki umboð fyri tingið skal taka tað fyri givið, at sleppur hann/hon inn um tinggátt, so er slagið vunnið ? tað er júst tá arbeiðið byrjar. Bert avrikið tá tingskeiðið er av, kann prógva, hvat hvør hevur fingið á skaftið.

Greinin er tikin av heimasíðuni hjá Javnstøðunevndini www.javnratt.fo