Løgtingshúsið er nú umbygt fyri næstan 80 milliónir.
Men løgtingsmenn eru alt annað enn nøgdir við alt, sum er komið burturúr.
Serstakliga eru teir illa nøgdir við hoyrilíkindini inni í sjálvum tingsalinum.
Vit hava tosað við fleiri tinglimir og teir eru allir samdir um, at hoyrilíkindini liggja til at vera onkustaðni ímillum sera vánalig og út av lagið syndarlig.
-Hetta er rætt og slætt ein neyðarróp, siga teir.
Tinglimir, sum sita aftarliga í tingsalinum fáa ikki alt við, sum verður sagt av tingsins røðarapalli og enn verri eru umstøðurnar hjá áhoyrarunum.
- Serliga galið er, tá ið talan er um tinglimir, sum eru lágmæltir, tí tá fæst lítið við av tí, teir siga.
Og at lurta á internetinum riggar heldur ikki, tí har er avmarkað, hvussu nógv sleppa framat og sjónvarpið sendir bara, tá ið onki annað er á skránni.
Hinvegin eru hátalarar í hvørjum borði, men teir eru so spakuliga frá, at tann, sum ikki situr við oyranum klistraðum upp at hátalaranum, hoyrir onki.
Tað sama er støðan hjá teimum, sum lurta á internetinum.
Tinglimir, vit hava tosað við, halda, at tað er einki minni enn ein vanlukka at bjóða okkara lógarsmiðjunum slíkar umstøður.
- Kanska eru tinglimir ikki nóg friðarligir, men har er hvørt eftir øðrum. Tá ið tinglimir onki hoyra, verða teir ófriðarligir
- Tað knípur alvorliga hjá tinglimum í bestu árum og góðum oyrum at hoyra, tað, sum fyriferst á røðarapallinum. So neyðars tey, sum ikki hoyra so væl.
Tinglimir halda, at hetta er í grundini eitt álvarsmál, tí hetta snýr seg um okkara lóggevandi løgting og tað kann ikki forsvarast, at vandi er fyri, at tinglimir ikki hoyra tað, sum fer fram.
- Men hetta snýr seg sanniliga eisini um atgongdina hjá fólki kring landið til okkara fólkaræði og tað er eitt álvarsmál at skerja tann møguleikan, halda tinglimir.
Les eisini greinina: Alt ov nógv suss í Løgtinginum