Tingmaður kært landsstýrismann fyri løgmann

Finnur Helmsdal, tingmaður í Tjóðveldisflokkinum hevur kært atburð hjá landsstýrismanninum Páll á Reynatúgvu fyri løgmann. Í grein í blaðnum í dag skrivar Finnur Helmsdal, at hann fríggjadagin skrivaði løgmanni bræv sum landsins hægsta umsitingarliga leiðara og upplýsti um tað, Páll á Reynatúgvu hevði sagt um seg og sítt arbeiðspláss, aftaná at hann hevði hunddálkað seg á tingsins røðarapalli.

Finnur Helmsdal skrivar m.a.: -Tá Páll á Reynatúgvu heldur fram við sínum átálmaða perfiditeti og annars at koma við ósannindum um bæði meg og málið, so haldi eg tíðin er komin at siga eitt sindur meira skrivar hann og vísir á, at landsstýrismaðurin í tinginum kom við meira og minni fjaldum hóttanum móti sær, sínum starvi og arbeiðsplássi. Og hann heldur fram: -Soleiðis sum støðan er og soleiðis sum alt gongur fyri seg m..a. í flokkinum, hendir helst ikki nógv annað, enn at fólk uppa øksl. Tað tykist ikki, sum nakað maðurin ger ella sigur, skal fáa avleiðingar. Tí tók tingmaðurin og skrivaði løgmanni bræv um atburðin hjá landsstýrismanninum. Finnur Helmsdal er eisini sera bersøgin tá hann umrøður rikna politikkin: -Í føroyskum politijkki eru hugtøk sum maktgirdn og einaræðislyndi komin í hásæti.