Tá fíggjarlógin var til viðgerar í tinginum kom fram, at Strandfaraskip Landsins ikki fer at klára seg við ta játtan, sum stovninum var tillutað. Tí bað landsstýrismaðurin í vinnumálum um loyvið til at hækka ferðaseðlaprísirnar, men heldur ikki tað vann frama.
Tí varð støðan tann, at Strandferðslan hevði fingið fleiri uppgávur og nógv færri pengar at loysa hesar uppgávur. Í nøkrum førum letur hetta seg kanska gera, men í hesum førinum er tað ómøguligt. Tað heldur Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, í hvussu er.
Hann heldur heilt einfalt, at tað ber ikki til at loysa uppgávuna, sum leiðslan á Strandferðsluni hevur átikið sær.
? Leiðslan er bundin á hond og fót. Útreiðslurnar eru hækkaðar nógv, og tað eru útreiðslur, sum leiðslan á stovninum einki fær gjørt við. Oljuprísirnir eru tvífaldaðir, havnagjøldini og vørugjøldini eru hækkað við seks milliónum og samstundis eru lønirnar hækkaðar við 6,5 prosentum, og einki av hesum fær Strandferðslan gjørt nakað við, sigur Henrik Old.
Men tað er ikki alt, vísir Henrik Old á. Strandferðslan er bundin av manningarlógini, sum áseta hvussu nógvir mans skulu vera við hvørjum skipið fyri at tað skal fáa loyvið at sigla, samstundis, sum tingið hevur sagt, at tænastustøðið hjá stovninum skal ikki lækkað.
? Hetta hongur yvirhøvur ikki saman. Leiðslan á stovninum fær einki gjørt tí trygdarkrøvini eru ófrávíkilig, og tað sama má sigast um treytirnar frá tinginum, og tí hevur leiðslan á stovninum fingið eina uppgávu, sum frammanundan er óloysilig.
Tingmenn óvitandi
Men hvør er so orsøkin til hesa miseruna, sum Strandferðslan er komin í?
? Fyri mær liggur ábyrgdin serliga hjá fíggjarnevndini, hjá tinginum og partvís eisini hjá fíggjarmálastýrinum. Landsstýrismaðurin í vinnumálum og leiðslan á stovninum hava greitt boðað frá, at tað fer ikki at hanga saman hjá teimum í ár, um teir ikki fáa størri játtan, og tí ber ikki til at lasta teimum fyri nakað.
? Eg haldi, at tað vísir bara, at tingmenn og fíggjarmálastýrið hava ikki ánilsi um hvat teir gera, tá teir viðgera Strandferðsluna. Teir seta bara treytir uttan at hugsa um manningarlóg og trygdarkrøv, og tað ber heilt einfalt ikki til, sigur Henrik Old.
Sum dømi nevnir Henrik, at skal fólk sigast upp á Strandferðsluni - fyri at játtanin skal røkka - so má hetta gerast á landi, tí tað ber ikki til at siga teir sum sigla upp uttan at skipið verður lagt.
? Manningarlógin ásetur hvussu stór manningin skal vera fyri at skipið skal kunna sigla, so har er einki at gera. Men eg ivist í um tingmenn eru greiðir yvir tað. Somuleiðis er við trygdarkrøvunum. Men eg loyvi mær eisini at ivast í, um tingmenn eru greiðir yvir tað heldur, sigur hann.
Uppgávan deyðadømd
Tá fíggjarlógin er til viðgerar eru altíð tingmenn, sum gera seg til forsprákarar fyri sparingum - hesum slepst ikki undan, men í hesum førinum heldur Henrik Old, at tingmenn hava víst ov stóra sparigleði uttan at vit hvat teir hava við at gera.
? Tað verður arbeitt uttan at kenna umstøðurnar hjá stovninum og í grundini eisini uttan at vita hvussu samferðslan í Føroyum skal síggja út framyvir. Eg haldi, at tingið átti at viðgjørt samferðsluna alla sum hon er, tí so høvdu allar upplýsingar um stovnin og teirra arbeiðsviðurskifti komið fram, og so vistu tingmenn hvat teir hava við at gera, sigur Henrik.
Hann vísir á, at tað er gamaní at áleggja einum stovni at spara pening, men tað skal kortini vera samanhangur í tí, sum ein krevur og sum ein gevur.
? Sum støðan er í løtuni er uppgávan hjá Strandferðsluni deyðadømd longu áðrenn farið er undir hana. Teir kunnu sikkurt spara nøkru hundrað túsund við at siga fólki upp á landi, men tað verður ikki nóg mikið til at fáa endarnar at røkka saman allíkavæl, sigur Henrik.
Hanga ikki á trøunum
Fyri tíð síðani segði Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, at endin av øllum hesum kann gerast, at hann verður noyddur at leggja skip. Fær hann ikki pengarnar ber ikki til hjá honum at hava tænasturnar, sum tingið krevur, gangandi, og so mugu skip leggjast.
Og Henrik Old skilir væl støðuna hjá Reidari.
? Hann hevur reiðaraábyrgd, og kann leggja skipini. Tak t. d. Smyril, sum skal til eina størri yvirháling um stutta tíð. Stovnurin hevur funnið eitt egnað skip, men av tí at tingið hevur forsovið seg, eru teir noyddir at lata tað av hondum. Teir hava røkt sína uppgávu og funnið eitt egnað skip, men tá teir ikki hava peningin, er hopleyst. Hvat skulu teir gera, spyr Henrik Old.
Hann vísir á at tað fer at vera kaos um einki skip verður fingið ístaðin, tí so verður eingin sigling til Suðuroynna - í ringasta føri.
? Men hetta er bert enn eitt dømi um hvussu skilaleyst tað heila er í hesum sambandi og endin verður uttan iva, at tað skal ein eykajáttan til fyri at fáa alt at hanga saman. Ein eykajáttan, sum kemur fyri tingið áðrenn blekkið á fíggjarlógini er turt og sum skal viðgerast av teimum, sum fyrr søgdu nei til eykajáttan. Skil tað hvør ið vil. Men her er púrt einki skil í, sigur Henrik Old.