Fólkaflokkurin hevur brúkt løgtingssalin til eina vallýsing, og tað hóvar ikki tingformanninum -Tað er at fara út um mark at brúka tingsalin sum forografsal, sigur Edmund Joensen, løgtingsformaður, við Dimmalætting, og hann hevur nú biðið Fólkaflokkin gevast við at brúka lýsingina.
-Ein ávís tign skal vera í løgtingssalinum, men tignin fer úr salinum, verður hann nýttur til at taka lýsingarmyndir í, sigur Edmund Joensen við blaðið.
Óli Breckmann, sum er valevni hjá Fólkaflokkinum og limur í formansskapinum í Løgtinginum, er ikki samdur við tingformanninum. Hann vísir á, at í Bretlandi er vanligt at brúka parlamentið til filmir, og tað hevur ikki gjørt parlamentið minni tignarligt, heldur hann.