Danska Tipstænastan vil ikki leingja sáttmálan við smápartafelagið Ítróttarvedding við meira enn einum ári. Hetta heldur Heðin Mortensen, stjóri í partafelagnum, vera alt ov lítið, tí felagið hevði skotið upp at leingja sáttmálan við fýra árum.
Orsøkin til at Tipstænastan ikki vil leingja sáttálan við meira enn einum ár er, at landsstýrið arbeiðir við at savna V4, Gekkin og Happadráttin í eitt landsumfatandi spæl við størri vinningum, enn tey geva nú.
Tipstænastan vil vita, hvat fer at henda á hesum økinum, áðrenn sáttmálin verður longdur.
Hóast eingin sáttmáli enn er undirskrivaður millum Ítróttarvedding og Tipstænastuna, er tann føroyski parturin av tipspengunum tryggjaður við lóg í Fólkatinginum. Tí skal henda lógin broytast, áðrenn føroyingar missa sínar 6,5 milliónir um árið, sum Tipstænatan sendir til Føroya.
Tað vil siga, at hóast sáttmálin ikki verður longdur, verða pengarnir framvegis sendir til Føroya, uttan so at lógin í Fólkatinginum verður broytt. Føroyingar fáa tipspengar, hóast tað ikki er heilt lógligt at spæla lotto og at tippa í Føroyum.
Vanlukkuligur standur
Heðin Mortensen, stjóri í Ítróttarvedding og forseti í ÍSF, heldur, at tað hevði verið ein vanlukka, um føroyingar missa tipspengarnar. Tí ger hann alt, hann er mentur, fyri at tryggja, at Føroyar framhaldandi fáa part av tipspengunum.
Hann greiðir frá, at Ítróttarvedding fyrst bjóðaði Tipstænastuni ein tvey ára sáttmála, men at hon heldur vildi hava ein sáttmála á fýra ár. Nú hava danir kúvent í málinum og vilja bara leingja sáttmálan við einum ári.
Heðin Mortensen sigur, at hann hevur havt samband við Tipstænastuna og hevur greitt teimum frá, at teirra tænasta í Føroyum ikki verður ávirkað av ætlanum landsstýrisins, men at virksemi teirra kann halda fram sum áður.
Væntandi fær felagið Ítróttarvedding, ið hevur einkarætt til slík spøl í Føroyum, svar úr Danmark skjótt.
Ein stórur partur av peninginum frá Tipstænastuni fer til ítróttin og til landsliðsarbeiði. Um Føroya ikki hevði tipspengingin hevði neyvan nakað landslið verið í hondbólti.
? Tað hevði verið ein katastrofa, um vit missa tipspengarnar, tí vit hava einki at seta ístaðin, sigur Heðin Mortensen.
Fáa meira enn vit lata
Føroyingar spæla fyri einar 15-16 milliónir krónur árliga. Einar 7-8 milliónir krónur koma aftur í føroyskar lummar í vinningi. Í donsku lógini stendur, at Føroyar fáa 0,5% av yvirskotinum hjá Tipstænastuni, og hetta er 6,5 milliónir krónur. 60% av hesum fara til ÍSF, 20% til FUR og 20% til Mentamálastýrið, ið býtir peningin út til ungdómstiltøk.
Harafturat fáa kioskirnar, ið hava tips og lott, ein part av umsetninginum og Føroya Tele fær pening fyri at umsita netið. Tilsamans koma fleiri pengar til landið, enn vit lata av landinum.
Heðin Mortensen hevur heitt á løgmann, ið er verji hjá ítróttinum í Føroyum, um at seta seg í samband við danska mentamálaráðharran og forsætisráðharran og biðja um, at føroyski parturin ikki verður minkaður.
Hann heldur ikki, at tað ber til at minka um tann føroyska partin, bara tí at landsstýrið arbeiðir við at seta eitt nýtt spæl á stovn.
? Vit hava gjørt eina avtalu um at fáa ein part av felagskassanum, og okkara partur skal ikki minkast, tá onkrir trupulleikar stinga seg upp, sigur Heðin Mortensen, sum í einum nýggjum sáttmála fer at tryggja sær, at føroyska parturin ikki verður broyttur.