Útisetar í Keypmannahavn fáa eina rødd: Ghetto Føroyar!

ÚTISETAR Mikudagin sjósetur Rás2 eina nýggja sending, sum ber heitið »Ghetto Føroyar«.
– Endamálið við sendingini er at geva tí unga ættarliðinum, sum í dag stórt sæð vantar í Føroyum, eina rødd, siga fólkini handan sendingina, sum øll eru lesandi í Keypmannahavn

Mangan verður sagt, at tað unga ættarliðið vantar í føroyska samfelagnum. Røddin hjá teimum ungu, nýskapandi og kreativu fólkunum er stórt sæð ikki at hoyra, hóast hesi heilt avgjørt hava sínar hugsanir um, hvussu tað føroyska samfelagið skal verða.
Leingi hava føroyingar kjakast um, hvat skal til, fyri at fáa unga ættarliðið aftur til Føroya, og nú fáa tey lesandi ein møguleika sjálv siga sína hugsan.
Sendingin hjá Rás2 byrjar mikudagin komandi, og eru tað serliga evni, sum liggja útisetum nær, sum verða at hoyra í sendingini.
- Vit lova, at sendingin verður frísk, frek og festlig - men tó eisini álvarsom, og hon verður send beinleiðis úr teirri føroysku ghetto'ini í útisetaumhvørvinum í Keypmannahavn, siga tey fimm fólkini handan sendingina, Eydna Skaale, Rólant Waag Dam, Rógvi Nybo, Barbara Holm og Búgvi Øster, sum øll hava starvast nógv ár í føroysku miðlunum.

Hava útisetar nakran týdning?
Fyrsta sendingin fer í luftina mikudagin klokkan 15.00, og tá verður kjakast um, hvørt útisetar yvirhøvur hava rætt til at siga sína hugsan um føroyska samfelagið.
- Fyrst av øllum mugu vit seta fokus á okkara rætt til at blanda okkum. Er tað rætt, at útisetar siga sína hugsan um føroyska samfelagið, tá ið vit ikki búgva í Føroyum, spyrja tey.
Ein annar spurningur, sum verður tikin upp í fyrstu sendingini er, hvørt tað er gjørligt at menna nýggjar vinnur í Føroyum, sum heilt ella partvís kunnu avlasta fiskivinnuna. Og um so er, hvørjar vinnur skuldu um so er satsa uppá?
Umframt at gestir koma á gátt at tosa og kjakast um evnini, verður eisini live tónleikur. Ætlanin er at sendingin skal vera livandi, so tí fara vertirnir at nýta Facebook, har øll kunnu siga sína hugsan um evnini og koma við viðmerkingum.

Prika til høgru og vinstru
Tað er mangan ein djúp gjógv millum tey, sum halda, at lesandi bara eru ónyttigar nassireyvar og so tey lesandi sjálvi, sum mangan halda seg vera so klók, at tey valla fáa gingið, bara tí tey hava lisið nakrar bøkur.
- Tað er eitt stuttligt forhold millum tey lesandi og tey, sum búgva har heima, og tað er upplagt at skemta við og prika eitt sindur.
Vertirnir lova harumframt, at sendingin bjóðar nógv prik bæði til miðlar, politikarar, verkafjøldina og akademikararnar.
- Tað eru so nógv ting heima í Føroyum, sum vit halda vera eitt sindur stuttlig. Og tað eru nógv fyribrigdi í útisetaumhvørvinum, sum eru minst líka stuttlig.
- Tað eru eisini nógv ymisk evni, sum ganga aftur í prátinum millum teir útisetar, sum vit eru í samband við. Hesi evnini fara vit at taka upp og lýsa frá okkara egna vinkli, siga tey.
Sendingin byrjar mikudagin kl. 15.00, verður send beinleiðis úr Keypmannahavn, og hon verður at hoyra hvønn mikudag fram til juli mánað.
Bank Nordik stuðlar Ghetto Føroyar.

Mynd: Rebekka Rafael