Tað gongur ikki ein dagur, har ein ikki hoyrir um forsetavalið í USA, um Sýrialand ella Libya, ella um fíggjarkreppuna í Grikkalandi. Men hví hevur hetta týdning fyri okkum føroyingar?
Alheimsgerðin ávirkar okkum meira og meira, og hvønn dag fáa vit altjóða tíðindi at vita. Nógv er at halda skil á, og mong eru tey, sum dúgliga kjakast um hvør klárar seg betri í sjónvarpskjakið - Obama ella Romney.
Men spurningurin er tó hvussu hesi viðurskifti ávirka føroyingar? Er tað yvirhøvur neyðugt at vit hava innlit í slík viðurskifti, og á hvønn hátt kann tað ávirka okkara gerandisdag?
Tað fara útisetar at kjakast um í Ghetto Føroyar, sum verður at hoyra á Rás2 í morgin klokkan 14.00.
Í sendingini fara Flóvin Eidesgaard, sum lesur búskaparfrøði, Helgi Eidesgaard, sum lesur søgufrøði, og Heini Kristiansen, sum lesur International Business and Politic, at kjakast um hetta evnið.