Føroyska útisetaliðið ÍF Føroyar vann sín annan dyst á rað, tá ið teir um vikuskiftið spældi ímóti ØKF í seriu 1.
Síðani summarferiuna hevur tað gingið striltið at vinna dystir, men nú ber aftur til hjá føroyska liðnum. Hesaferð vann ÍF Føroyar 6-1.
Jørgen Meitelberg gjørdi trý mál, og Pætur Dahl, Finn Mørk og John Heri Dam skutu hvør sítt mál.