- Tit fáa eina drúgva frágreiðing

Jørgen Niclasen er framvegis ikki liðugur at skriva sína frágreiðing um sonevnda tollmálið. Formaðurin í Fólkaflokkinum sigur seg hava eina røð av skjølum við sær á tíðindafundin klokkan 15

Jørgen Niclasen er framvegis ikki liðugur at skriva sína frágreiðing um sonevnda tollmálið. Formaðurin í Fólkaflokkinum sigur seg hava eina røð av skjølum við sær á tíðindafundin, sum verður í Miðlahúsinum klokkan 15.

 

- Nei, frágreiðingin er ikki heilt liðug enn. Men tað verður hon!

 

Tað sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum og landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum seinnapartin ætlar at koma við sínari versjón av sonevnda tollmálinum.

 

- Eg komi við eini frágreiðing á 14-15 síður, og harumframt havi eg eina røð av fylgiskjølum við mær á tíðindafundin, sigur Jørgen Niclasen.

 

Skjølini hevur hann fingið við partsinnliti í málið.

 

- Alt verður lagt fram, lovar Jørgen Niclasen.

 

Formaðurin í Fólkaflokkinum sigur seg samstundis vóna, at skjølini verða viðgjørd við virðing, og sett inn í eina heild.

 

- Talan er um gomul skjøl, sum fevna um nógv ymisk viðurskifti hjá ymsum persónum og myndugleikum, sigur Jørgen Niclasen.

 

Jørgen Niclasen hevur síðsta mánaðin verið undir áhaldandi ákærum fyri sín leiklut í familjufyritøkuni N. Niclasen í Sørvági, har hann var stjóri fyrst í nítiárunum.

 

Sum táverandi stjóri fyri felagið N. Niclasen er Jørgen Niclasen undir skuldsetingum fyri at hava tikið út og selt vørur, sum ikki eru tollavgreiddar.

 

Tíðindafundurin verður hildin á 45 ára føðingardegnum hjá Jørgeni Niclasen.

 

- Ja, tað bleiv nú bara soleiðis. Eg hevði ætlað at hildið tíðindafundin fyrr í vikuni, men so fekk eg partsinnlit í nýggj skjøl, og tí dróg tað út, sigur Jørgen Niclasen.

 

Føðingardagsynskið hjá formanninum í Fólkaflokkinum er einfalt:

 

- Eg ynski mær frið, sigur Jørgen Niclasen skemtandi.

 

Rás2 sendir beinleiðis frá tíðindafundinum hjá Jørgen Niclasen, sum verður í Miðlahúsinum klokkan 15 seinnapartin.