Tivoli skiftir navn í Danmark

Tá suðurkoreanski bilurin SsangYong Tivoli kemur á danska marknaðin í vár, verður tað undir einum øðrum navni.

 

Hetta hendir, eftir at stuttleikaparkin Tivoli í Keypmannahavn hevur hótt við innflutningsforboði gjøgnum danska Sjó- og Handilsrættin, um bilurin eitur Tivoli, tá hann kemur til Danmarkar.

 

Sambært SsangYong sipar navnið til ein bý í Italia, sum eitur Tivoli. SsangYong Tivoli verður seldur um allan heim, men tað er bert í Danmark, at bilurin hevur møtt mótstøðu vegna navnið. Í Danmark kemur bilurin at eita SsangYong LUVi, sum stendur fyri Leisure Utility Vehicle inspired.

 

SsangYong hava ikki verið seldir í Danmark síðan 2007 og koma nú aftur á danska marknaðin. Í Føroyum verða teir tó seldir sum vanligt.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/