Hósdagin 23. juli kl. 14.00 lat serframsýningin “Gløgt er gestsins eyga - National Geographic í Føroyum” upp, í Auluni í Finsen. Hetta er ein myndaframsýning.
Á sumri 2018 fekk Tjóðsavnið stórt myndasavn frá enska fríyrkismyndamanninum Adam Woolfitt í gávu. Myndirnar hevur hann tikið av føroyskum náttúrulandsløgum og føroyskari mentan í árunum 1968 og 1969 fyri myndablaðið National Geographic. Við serframsýningini hátíðarhalda vit, at 50 ár eru liðin, síðan blaðið kom út í 1970.
Adam Woolfitt er føddur í Onglandi í 1938. Longu sum 11 ára gamal tók hann eina avgerð – eg vil verða myndamaður. Adam tók útbúgving á Guilford College og arbeiddi millum annað sum myndamaður á einari lýsingarstovu og á blaðstovuni hjá The Telegraph í 6 ár. Hendan verðin var tó ikki fyri hann, og sum 28 ára gamal fekk hann fyrstu fríyrkisuppgávuna fyri myndablaðið National Geographic.
Í samband við upplatingina av serframsýningini, verður ein stuttfilmur vístur við Adami Woolfitt, har hann greiðir frá tíðini í Føroyum í 1968 og 1969.
Myndirnar, ið verða sýndar fram á serframsýningini, eru til sølu.
Upplatingartíðir:
23/7 – 27/7 kl. 14-18
28/7 – 30/7 kl. 14-20
31/7 – 2/8 kl. 14-18
7/8 – 9/8 kl. 14-18
Vit halda almennu tilmælini um frástøðu og reinføri.