Tjóðveldi eigur trupulleikan

Javnaðarflokkurin eigur at vera meira greiður í sínum solidariteti við útjaðaran, halda fyrrverandi tinglimir hjá flokkinum, sum iðra seg um, at mótstøðan hjá Tjóveldi móti tunnlinum nú er endað sum ein innanhýsis trupulleiki hjá Javnaðarflokkinum.

Hendrik Old iðrar seg um, at kjakið um Sandoyartunnilin er endað sum eitt innanhýsis stríð í Javnaðarflokkinum, tí Javnaðarflokkurin hevur alla tíðina verið samdur um, at tunnilin skal gerast.

- Tað er Tjóðveldi, sum ikki vil, men hetta kemur als ikki greitt fram í miðlunum. Landsstýriskvinnan í samferðslumálum var púra greið í valstríðnum um, at hon ikki ynskti nakran Sandoyartunnil.

- Hon er eisini komin í landsstýrissessin frá gøtuni, so at siga. Tí er tað kanska ikki so løgið, at hon ikki hevur dugað at takla samstarvið við politiska viljan í Løgtinginum, heldur Hendrik Old.

Kristian Magnussen, sum var formaður fyri tingbólkin hjá Javnaðarflokkinum seinasta valskeið, og sostatt eisini hevur samstarvað við Gerhard Lognberg, heldur eisini, at málið um Sandoyartunnilin kundi verið betri handfarið.

- Trupulleikin liggur sjálvandi ikki bara á einum stað. Og vit kunnu bara staðfesta, at ósemjan hevur fingið loyv at fara ov langt, sigur hann

Fyrrverandi formaðurin fyri tingbólkin staðfestir, at Javnaðarflokkurin eigur at vísa solidaritet við  teimum veiku í samfelagnum, og hetta umfatar eisini útjaðaran.

- Sandoyingar og Suðringar eru í neyð, tí teir síggja at menningin fer fram aðrastaðni, tí er tað ikki so løgið, at fólk berjast fyri økjunum. Og Javnaðarflokkurin eigur at vera partur av hesum bardaga, heldur Kristian Magnussen.

- Javnaðarhugsjónin byggir á at standa undir liðini á teimum marginaliseraðu pørtunum av samfelagnum, staðfestir hann.

Hvørki Hendrik Old ella Kristian Magnussen vænta, at Gerhard Lognberg verður blakaður úr flokkinum.

- Skal man eksludera fólk fyri at berjast fyri einum veikum útjaðara, spyr Kristian Magnussen.

- Eg dugi slett ikki at síggja, at vit yvirhøvur skulu tosa um útvísing. Verður hann koyrdur úr flokkinum, siga vit við ein stóran veljaraskara, at tey ikki vælkomin í Javnaðarflokkinum, staðfestir hann.