Í løtuni er Løgtingið í holt við at viðgera eitt søguligt mál.
Tað er uppskotið, sum Tjóðveldi hevur lagt fyri Løgtingið um at taka loysing frá Danmark. Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, staðfestir, at hetta er fyrstu ferð, at eitt fullfíggjað uppskot er til viðgerðar í Løgtinginum um at gera Føroyar til fullveldi.
Hann staðfesti eisini, at talan er um eina vælskipaða tilgongd, sum Tjóðveldi hevur brúkt fleiri ár at fyrieika saman við serfrøðingum á ymsum økjum.
Eftir uppskotinum skal danska ríkisveitingin til Føroya verða burtur í 2018, tá ið fólkaatkvøða skal vera í Føroyum um fullveldi.
Hann legði dent á, at hetta skal gerast uttan skattahækkingar og í uppskotinum er ein fullfíggjað útgreining av, hvussu tað letur seg gera.
Edmund Joensen í Sambandsflokkinum heldur, at hetta er upplegg til val, sum er dømt at miseydnast, tí føroyingar taka ikki undir við loysing.
Jóannes Eidesgaard tekur synd í Tjóðveldi at teir leggja uppskotið fram, tí sum støðan er í samfelagnum við eini hálvari milliard í undirskotið, verður eitt upspkot sum hetta skotið í senk.
Høgni Hoydal kvittaði við at siga, at vit eru sanniliga ikki sloppin undan djúpum kreppum ímeðan vit hava verið í ríkisfelagsskapinum.
Hinvegin tekur miðflokkurin undir við uppskotinum, staðfestir Jenis av Rana, floksformaður.