Tað verður Tjóðveldið, sum fær fyrst valda fólkatingssessin. Men nógv bendir á, at tað verður Sambandsflokkurin, sum fær seinna umboðið Nú tey sita og skriva øll tølini inn av nýggjum í Sortudýki, so vísir kortini ein samanteljing, sum tó ikki er heilt endalig, at tað verður Sambandsflokkurin, sum fær seinna umboðið.
Í Miðlahúsinum sita tey í løtuni við eini gamlari roknimaskinu hjá veðurmanninum Petur Skeel Jacobsen og rokna - og hendan rokningin bendir týðiliga á, at tað er Sambandsflokkurin, sum er nummar tvey, meðan Javnaðarflokkurin er í hølunum á honum. Eftir øllum at døma verður Fólkaflokkurin á fjórða plássi.
Men undirstrikast skal, at tølini als ikki eru endalig.