Tjóðveldi skal halda seg til Javnaðarflokkin

SAMGONGA Tjóðveldi má og skal í samgongu eftir næsta løgtingsval, sigur Kristina Háfoss

Eftir næsta løgtingsval má og skal Tjóðveldi aftur í samgongu.
Tað staðfestir Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi og fíggjarpolitiskt talsfólk fyri flokkin.
Og hon vónar samstundis, at tað verður saman við Javnaðarflokkinum, at Tjóðveldi fer í samgongu.
- Eg eri púra vís í, at vit koma longur fram á sjálvbjargnisleið saman við Javnaðarflokkinum enn Fólkaflokkinum, staðfesti Kristina Háfoss á flokstinginum hjá flokkinum um vikuskiftið.
- Tað hava bæði søgan og nútíðin prógvað, leggur hon afturat.
Kristina Háfoss sigur, at aðalmálið hjá flokkinum er einar sjálvstøðugar Føroyar.
Men fortreytin fyri tí er at hava eitt sterkt grundarlag at byggja á, og at vit øll eru við, altso úr øllum landinum, úr øllum vinnugreinum og úr øllum samfelagsløgum.
- Tí er málið ikki rokkið fyrirrenn vit fremja neyðugu nýskipanirnar, ið mennir okkara samfelag munandi, og tryggjar øllum føroyingum javnbjóðis rættindi til grundleggjandi tryggleika og vælferðartænastur.

- Vit hava ikki rokkið málinum, fyrr enn samfelagsins virðir verða umsiting so væl og býtt so rættvíst, at vit fáa sum mest virðir og vælferð fyri flest møguligt,
Men so vónar Kristina Háfoss eisini, at tað bara er ein spurningur um tíð, áðrenn Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum í Føroyum, tekur somu støðu sum forkvinnan í Javnaðarflokkinum í Grønlandi tók, tá ið hon herfyri segði, at hon vildi uppliva tann dag, tá ið Grønland verður sjálvstøðugt land, tí betri mál kanst tú ikki hava sum eitt lítið fólk.
Eitt harkalið
Niels Uni Dam, sum onkuntíð hevur verið valevni floksins og sum hevur gjørt vart við seg sum viðmerkjari, er samdur við Kristinu Háfoss, tí hann vónar ikki, at Tjóðveldi vil samstarva við Fólkaflokkin.
Hann vil enntá heldur hava eitt samstarv ímillum Tjóðveldi og Sambandsflokkin eftir næsta løgtingsval, enn ímillum Tjóðveldi og Fólkaflokkin.
- Fólkaflokkurin má ikki til valdið aftur, tí hann er ikki longur ein politiskur flokkur, hann er eitt harkalið, staðfestir hann.
Hann heldur, at sleppur Fólkaflokkurin til valdið aftur, rýkur fíggjarliga grundarlagið undan frælsinum og so verður einki fullveldi.
Einasti møguleiki at samstarva við Fólkaflokkin, er at flokkurin skiftir alla manningina út, sigur Niels Uni Dam.
Aldrin til sølu
Høgni Hoydal, floksformaður, stafestir, at hann hevur verið í samgingu við Fólkaflokkin og tað var ikki torført at samstarva við flokkin.
Kortini heldur hann, at nógv er broytt við tí politikki, Fólkaflokkurin førir í dag.
- Men Tjóðveldi fer aldrin at gera avtalur um at selja okkara samhaldsføstu hugsjón, ella rættindini hjá øllum føroyingum til frama fyri løtuvinning, tað kundu vit ikki funnið upp á, sama um flokkurin eitur Fólkaflokkurin ella Javnaðarflokkurin.
Formaðurin í Tjóðveldi hevur torført at síggja, hvussu tað, sum átti at verið ein meiriluti fyri loysing í Føroyum, yvirhøvur skal koma víðari.
Hinvegin heldur hann, at vit hava ikki brúk fyri blokkpolitikki.
- Men tað má bera til at koma í eina støðu, har tað ber til at taka avgerðir í Føroyum um okkara rættindi sum fólk og tjóð, uttan at tað endiliga skal vera í eini samgonguavtalu.
Í hesum sambandi heldur hann, at vit skulu hava fleiri mál til fólkaatkvøðu í Føroyum.
Hann sigur, at stýrisskipanin er eitt dømi, sum fólkaatkvøða kundi verið um.
Hann vísir eisini á, hvussu tey gera í Skotlandi, har spurningurin um fullveldi skal avgerðast á fólkaatkvøðu.
Somuleiðis heldur hann, at spurningurin um okkara tilknýti til ES er eitt mál, sum sjálvandi eigur at fara til fólkaatkvøðu.
Somuleiðis heldur hann, at vit mugu koma burturúr eini støðu, har føroyskur politikkur verður ein spurningur um “antin ella”.
- Vit vilja hava bæði, vit vilja bæði føra ein politikk fram ímóti fullveldi og vit vilja skapa einar frælsar Føroyar.
Høgni Hoydal sigur, at hetta er størsti trupulleikin hjá flokkinum í sambandi við at gera avtalur um samgongu og tað er helst eisini ein orsøk til, at flokkurin er so nógv í andstøðu.
Hann heldur, at tað eru fleiri møguleikar at skipa samgongu og hansara mál er í hvussu so er, at flokkurin skal ikki binda seg til nakran ávísan flokk, tí tað kann læsa flokkin fastan
Tvørtur ímóti skal flokkurin hava eina samráðingarstøðu við tí endamálið at koma aftur í landsins leiðslu, sigur Høgni Hoydal.