Fyri fýra árum síðani grettu hesir flokkar ikki eitt orð um pensiónir, eldrarøkt, sjúkrahús og skúlar. Alt var niðurpínt, hóast teir brúktu allan blokkstuðulin við rubb og stubb. Ongin hevði ánilsi av, hvar vit flutu fíggjarliga og búskaparliga. Ikki ein landsroknskapur varð gjørdur fleiri ár aftur í tíðina.
Hinir flokkarni kundu ikki gretta orð um nakrar sum helst betringar, tí har vóru ongir pengar at fíggja teir við.
Síðani Tjóðveldisflokkurin tók við fíggjarligu leiðsluni í landinum hava vit fingið fullfíggjaðar landsroknskapir og ruddað upp í roknskapunum heilt aftur til 1995.
Síðani tjóðveldisflokkurin tók við fíggjarliga stýrisvølinum hava vit bert brúkt uml. 380 mió. av donskum blokkstuðli um árið til at reka hetta samfelagið. Og kortini eru ongantíð størri sosialar og samfelagsligar betringar gjørdar í landinum.
Almannøkið hevur fingið 300 mió. krónur afturat og hevur ongantíð fingið so stóra játtan.
Sjúkrahúsøkið hevur fingið 114 mió. kr. afturat. Og nýtt landssjúkrahús verður smíðað - sum ein og hvør kann síggja.
Mentan, skúli og gransking hava fingið 180 mió. kr. afturat - og hetta er tað hægsta nakrantíð.
Pensiónir og lestrarstuðul eru hækkaði meira enn nakrantíð fyrr. Barsilsskipan, nýggj dagpeningalóg fyri tímalønt og avtøka av øllum karensdøgum er framt.
Fakfeløgini, sum fyri 4 árum síðani ikki høvdu fingið lønarniðurskurðin í ríkisfelagsskapinum aftur, hava fingið betrað sáttmálarnar meira enn nakrantíð í Føroya søgu.
Hartil eru skip, tunnlar og vegir bygdir eftir einari langtíðarætlan, sum okkara egni búskapur kann bera.
Nú hava vit møguleika at halda fram við einum veruligum búskapi og betra eldraøkt, bústaðir til brekað og mangt annað, sum hevur verið forsømt í heimastýrinum.
Vit hava verið vælsignað frá skaparanum og hava tikið við tí ábyrgd okkum er givin. Alt hetta er møguligt, orsakað av einum dugnaligum vinnulívi og dugnaligum arbeiðsfólki bæði hjá tí privata og almenna. Tað er gjørt við einum neyvum fíggjarpolitikki uttan at brúka meira blokkstuðul. Hetta er gjørt við fullveldispolitikki.
Nú kappast andstøðuflokkarnir um at sleppa framat at brúka teir pengar og teir møguleikar, sum bara ábyrgdin við fullveldispolitikkinum hevur skapt. Nú vilja teir á fólkating at kæra sína neyð og ætla at biða danir fíggja sín ábyrgdarleysa politikk. Tað fer at koyra hetta landið lúkst á heysin aftur - og so fær palliba aftur rokningina.
Og tað fer aftur at skapa vanvirðing fyri føroyingum.
Eg havi fundast nógv við mínar norðurlendsku starvsfelagar - fíggjarmálaráðharrar úr øllum hinum londunum. Teir hava alstóra virðing fyri tí ótrúligu broyting, sum er farin fram í føroyska búskapinum seinastu 4 árini.
Ein tjóðveldisrødd á fólkatingi fer at skapa somu virðing millum danir og danskar politikarar - tá tingini verða søgd, so tey venda rætt.