Tjaldrið setti sannførandi punktum

5-mannafør, dreingir: Gamla manningin letur nýggja bátin frá sær uttan at hava mist nakað stig

Við 5-mannaførum luttaka dreingir, sum ikki eru fylotir 18 ár áðrenn 1 mei sama kappingarár. Tó kann róðursmaðurin vera yvir 18 ár.

Soleiðis ljóðar annað stykki í grein 10 í reglunum fyri FM í kappróðri.

Tjaldrið vann ólavsøkuaftan 6. róðurin av seks møguligum. Báturin er nýggjur, hann hevur bara róð seks ferðir, og hann hevur sostatt vunnið hvørja ferð. Onkur helt, at hurrá rópini hjá landsstýrismanninum í mentamálum vóru serliga hjartalig, tá hann hevði rætt NSÍ dreingjunum steyp og gullkrónur. Tað tora vit ikki at taka dagar ímillum, men tað var ikki undarligt, um so var. Róðrarfelagið er granni hjá landsstýrismanninum á Glyvrum.

Størri parturin av manningini fellur nú fyri aldursmarkinum hjá drengjunum. Tað vil við øðrum orðum siga, at nú skulunýggjar kreftir royna seg, og hjá teimum verður nakað at liva upp til.

At Tjaldurs dreingirnir 2000 fara at síggjast aftur í komandi kappróðrum man vera stórt sannlíki fyri. Á ólavsøkuróðrinum vístu teir enn einaferð, at tað eru knotur í teimum.

Havfrúgvin, Kollur og hin báturin hjá NSÍ, Spógvin, royndu at fjeppast uppi í fyrstu løtuna. Á Molanum var Tjaldrið tó leyst av hinum bátunum, og tað gjørdist ongan tíð spenningur um hvørki fyrsta ella annað plássið.

Tjaldrið var tríggjar bátslongdir undan FM-vinnaranum 1999, Havfrúnni, og Havfrúgvin var meira enn leys av drekanum.

Spógva dreingirnir í gamla Tjaldrinum endaðu á 4. plássi. Teir hava aldur at rógva í somu kapping komandi ár. Tá teir sleppa fram at í nýggja og lætta Tjaldrinum, er neyvan nakar ivi um, at teir fara at verða við í telvingini um fremsta plássið.