Enn einaferð spældi Tjaldrið fyri sínum møguleika, og enn einaferð blivu teir ov stuttir, hóast teir vóru á odda eitt skifti í dystinum móti Kyndli mikukvøldið.
Dysturin, sum skuldi verið spældur tíðliga í kappingini, men sum av góðum grundum ikki bleiv spældur fyrr enn nú, var javnur og spennandi, men sum tað er hent fleiri ferðir fyrr í ár, so eydnaðist tað ikki Tjaldrinum at halda tætt í verjuni seinastu tíggju minuttirnar av dystinum.
Kyndil helt nøsina frammanfyri allan fyrra hálvleik. Støðan í hálvleikinum var 14-12 til havnarliðið, og tá fimm minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, stóð tað 19-13 til Kyndil.
Tey flestu mundu hugsa, at nú var yvirstaðið, og at oddaliðið Kyndil fór at fáa ein lættan sigur í hús móti botnliðnum Tjaldrinum, men so varð ikki.
Heimaliðið kom fyri seg, og næstu tíggju minuttirnar fingu teir átta mál, meðan Kyndil bert fekk eitt, og so var Tjaldrið knappliga á odda 21-20.
Men tað helt ikki, og Kyndil streyk avstað aftur. Í seinastu minuttunum av dystinum fór luftin fullkomiliga úr Tjaldursballónini, og Kyndil vann 32-26. Men Tjaldrið kundi enn einaferð fara av vøllinum uttan nakra avhølving. Tær hava verið fáar í ár, og bert móti VÍF og StÍF kunnu vit tosa um veruligan avsmurning.
Kyndil er framvegis ovast í deildini, og dysturin mikukvøldið var góð upphiting til oddadystin nú sunnudagin, tá teir skulu til Vestmanna at spæla móti góða gamla fíggindanum VÍF. Um Kyndil tapir her, missa teir oddasessin til júst VÍF.
Tjaldrið hevur tríggjar dystir eftir, og sum Allan Simonsen plagar at siga um fótbóltslandsliðið, so lúrir óvæntaða úrslitið beint higumegin hornið.
Tjaldur-Kyndil 26-32 (12-14)
Tjaldur: Poli Hansen 9, Mortan Hansen 7 (1), Jens Martin Knudsen 6 (1), Arnfinn Langgaard 2, Kári Hansen 1, Dan Lamhauge 1.
Kyndil: Hannis P. Wardum 10, Hans Áki Dahl Christiansen 5, Regin Petersen 5, Uni Wardum 5 (2), Hans Andreas Dahl 3, Jacob Jónsson 3, Nicolai Balle 1.
Útvísingar: Tjaldrið 4, Kyndil 2.