Týskvøldið í næstu viku bjóðar Tjóðveldi á Christiansborg til tiltak um føroyska flogferðslu í Norðurlandahúsinum.
Magni Arge, fólkatingsmaður í farloyvi, sigur, at seinastu árini er loftferðslan í Føroyum nógv ment við nýggjum flogførum, tyrlum, longdum flogvølli, nýggjum terminali, og úrslitini síggjast aftur í vaksandi ferðafólkatali. Tað er natúrligt at spyrja um prísin á flogferðaseðlum, men hvussu stóran búskaparligan týdning hevur loftferðslan í Føroyum og sambandið við umheimin? Og kunnu vit skapa enn størri vøkstur og virðir fyri føroyska samfelagið burtur úr flogvinnuni?
– Tað eru spurningar, sum Tjóðveldi á fólkatingi hevur tikið upp í samband við, at loftferðslupolitikkur er settur á breddan í Brússel og í Keypmannahavn. Serfrøðingar á økinum hava greinað føroyska loftferðslu og leggja úrslitini fram á almennum tiltaki í Norðurlandahúsinum 29. novembur kl. 19:30. Talan er um búskaparligar greiningar, ið lýsa hvønn týdning føroysk loftferðsla og ferðasamband hava fyri føroyska samfelagsbúskapin. Harumframt verður víst á ymiskar menningarmøguleikar viðvíkjandi ferðavinnu, útflutningsvørum og flogferðslu í framtíðini.
Tiltakið byrjar við, at Tórbjørn Jacobsen og Magni Arge, vegna Tjóðveldi á fólkatingi, greiða frá grundarlagnum fyri frágreiðingini, og síðani verður sjálv frágreiðingin løgd fram av CPH Economics. Eftir hetta fara Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog, og Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn, at greiða frá teirra hugsanum um menningina av føroyskari loftferðslu. Høvi verður at seta spurningar og kjakast um hvussu føroyskur loftferðslupolitikkur skal mennast frameftir.
– Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin, heilsar Magni Arge.