Tjóðveldi setir heilsu- og røktarøkið á breddan

Tjóðveldi er farið undir fundir við fakfeløg, og byrjað verður við fakfeløgunum innan stóra heilsu- og røktarøkið.

Tað skrivar Tjóðveldi í tíðindaskrivi í kvøld.

– Í dag høvdu vit fundir við Heilsurøktarafelagið, Heilsuhjálparafelag Føroya og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Vit takka fyri sera gevandi og læruríkar fundir.

Serliga bleiv viðgjørt, hvussu vit lyfta størvini á hesum økinum – har ímillum løn, arbeiðstíðir, arbeiðsumstøður, útbúgving, rektrutering, v.m.

##med2##

Hetta eru mál, ið fylla nógv hjá okkum. Nevnast kann, at Tjóðveldi heilar fýra ferð, hevur roynt at fingið útvegað og útbúgvið fleiri røktarstarvsfólk og námsfrøðingar seinastu tíðina.

Staðfestast kann, at tað eru einastandandi góð, arbeiðssom og faklig fólk innan alt heilsu- og umsorganarøkið.

##med3##

Ætlanin er at hava fleiri slíkar fundir framyvir.