Ætla at inniloka húsið í ár

- Ætlanin er, at ítróttarhúsið skal verða innilokað, áðrenn vetur kemur, sigur Torfinn Nón hjá Heildarverk, sum byggir húsið.

 

Tað eru Torfinn Nón og Jan Mohr, sum eiga og reka fyritøkuna Heildarverk í Fuglafirði, sum nú er farin í holt við at byggj nýtt ítróttarhús í Fuglafirði.

Heildarverk hevur verið høvuðsarbeiðstakari í fleiri størri og smærri byggiverkætlanum, umframt at fyritøkan í fleiri førum hevur tikið sær av jørð-og betongarbeiði í ymiskum verkætlanum.

Seinasta byggiverkætlan, sum Heildarverk hava havt stóran leiklut í, er skúlaverkætlanin, sum er í gongd í Fuglafirði, har fyritøkan hevur gjørt at kalla alt stoypiarbeiðið.

Heildarverk fær nógv rós fyri tað arbeiði, teir her hava gjørt, og semja er um, at hesin parturin av arbeiðnum bæði hevur gingið skjótt og væl.

Torfinn Nón sigur, at teir longu eru farnir í gongd við ítróttarhúsið í Fløtugerði í Fuglafirði, og málið hjá teimum er, at húsið skal standa innilokað, áðrenn næsta vetur.

- Okkara partur av byggitíðini verður eitt ár, og tað skal ganga væl, um hetta skal eydnast. Men, vit trúgva upp á, at tað fer at bera til, og vit fara at leggja stóran dent á, at hetta skal eydnast.

Hann vísir á, at um eitt ár skal ítróttarhúsið standa innilokað, og niðasta hæddin skal verða liðug, soleiðis at hon kann takast í nýtslu.

Torfinn Nón sigur, at nýggja ítróttarhúsið verður 33 metrar langt og 11 metrar breitt. Tær báðar niðastu hæddirnar verða fullar, meðan triðja og ovasta hædd verður nakað minni.