Vakrasta detaljan í dystinum á Hálsi sunnudagin var uttan iva, tá Áki Mørk skrúvaði bóltin í H71-málið, soleiðis at Neistin kom upp á 26-25.
- Vit fóru í kontra, og eg bleiv pressaður nokk so langt út. So eg mátti bara royna okkurt smart, og tað eydnaðist so. Men eg rokni nú við, at dómararnir høvdu dømt brotskast kortini, segði Áki um støðuna, tá vit eftir dystin tosaðu við hann.
Sum vera man, so fegnaðist Áki um sigurin, men hann helt tó, at dysturin ongan tíð skuldi blivið somikið spennandi, sum hann bleiv.
- Vit seta ferðina niður, og helst halda vit okkum hava vunnið. Alt gekk jú sum eftir ánni, men so loyva vit teimum aftur í dystin.
Og helt tú tykkum hava tapt, tá tað stóð 22-25 á talvuni?
- Tað ivaðist eg ikki í. Men fimm minuttir er long tíð í hondbólti, og við hvørt eydnast tað kortini at venda slíkum støðum. Og fyri okkum var hetta ein sera týðandi sigur, sigur Áki Mørk.