Tórshavnar býráð ætlar nú at gera ein ansingarstovn til børn í miðbýnum í Havn. Barnatalið veksur alsamt og og nú standa nógv børn á bíðilista eftir at fáa ansingarpláss. Tann seinasta uppgerðin vísir, at tað standa næstan 50 børn á bíðilista til at fáa pláss á vøggustovu og næstan 20 at fáa pláss á barnagarði.
Fyri at tryggja øllum apláss, verður neyðugt at útvega høli sum skjótast. Veitir kommunan ikki pláss, kann Almannaverkið veita foreldrum fíggjarliga hjálp vegna vantandi barnaansing.
Men tað skal kommunan endurrinda landskassanum, og fyri ein stakan forsyrgjara er talan um 15.674 krónur um mánaðin, so tað kann verða ein dýr søga fyri kommununa.
Samstundis heldur býráðið, at tað er ein veksandi tørvur at fáa ein ansingarstovn í miðbýnum, og tí er ætlanin at gera gamla realskúlan beint niðan fyri Finsen, til barnagarð. Men tað verður bara ein bráðfeingis loysn, tí tá ið Skúlin á Fløtum er liðugur, og børnini í skúlanum í Kongagøtu, flyta út í nýggja skúlan við Landavegin, er ætlanin at dagstovnurin skal flyta í skúlabygningin í Kongatøtu.
Í hesum ansingarstovninum mitt í býnum er pláss fyri 30-54 børnum, alt eftir, hvussu stórur partur av bygninginum, verður tikin til endamálið, og hvussu samansetingin verður ímillum vøggustovu- og barnagarðsbørn, sigur býráðið.
Byráðið sigur, at beint við eru góðir møguleikar til útivirksemi, bæði spælipláss í garðinum við Móttøkuhúsið og spæliplássi í Grasagarði, umframt at tað virksemið, sum er ætlað fyri fimleikahøllina í Finsen.
Býráðið sigur, at eftir ætlan skal Heilsuhúsið flyta út í næstum, soleiðis at umleið hálvan februar kann ein partur av realskúlanum kann takast í nýtslu sum dagstovnur.
Restin av realskúlanum verður so tikin í nýtslu, tá ið allur bygningurin er tøkur og so hvørt tillagingarnar eru gjørdar, sigur býráðið.