Í meiri enn eitt ár hevur býráðið í Vági arbeitt við eini ætlan um at byggja íbúðir í býnum. Dennis Holm, borgarstjóri sigur, at tey eru nú komin so mikið áleiðis, at tey eru at kalla klár við eini verkætlan, har tað er pláss fyri 16 íbúðum.
Hann sigur, at ætlanin at byggja tær á tveimum plássum í Vági. Á øðrum plássinum er gott útsýnið, men hitt plássið liggur væl fyri, mitt í Vági.
Mánakvøldið klokkan 19 verður almennur kunningarfundur í høllini í skúlanum í Vági og har fer hann at greiða frá, hvat hesi nýggju bústaðarøkini verða.
Hann sigur, at talan er um lutaíbúðir, sum ætlanin er at byggja, og tað merkir, at innskotið hjá fólki er lutfalsliga lágt, og so rinda tey eitt ávíst gjald um mánaðin.
Ætlanin er at byggja íbúðir í ymiskum støddum, soleiðis at tað verða íbúðir bæði til familjur, til pør og til støk. Ætlanin fevnir eisini um eldraíbúðir.
Á almenna fundinum verður høvið at skriva seg upp til íbúð. Men borgarstjórin sigur, at ætlanin er ikki, at Vágs kommuna skal byggja íbúðirnar, men er áhugi fyri tí, er ætlanin at fara í samstarv við ein privatan byggiharra um verkætlanina.
Tí er eisini ætlanin at kanna tørvin á at útvega íbúðir til eldri, men vísir tað seg annars, at áhugi er fyri hesum slagi av bústaðarbygging, er ætlanin at fara undir verkætlanina.