Sjórænarar ætlaðu í gjár at ræna danska farmaskipið Torm Kristina úti fyri strondini í Oman. Sjórænararnir fylgdu við skipinum allan gjár, og seinnapartin gjørdi skiparin av at varskógva NATO-herskipni, sum eru á leiðini.
Danska herskipið Iver Huitfeldt var 90 fjórðingar frá Torm Kristina, og NATO-leiðslan gav tí boð um at sigla til tað danska skipið. Tríggjar tímar seinni kom Iver Huitfeltd til Torm Kristina, og tá høvdu sjórænararnir tikið til rýmingar.
Beint áðrenn Iver Huitfeldt kom til Torm Kristina, vóru tvey herskip úr Oman og Pakistan komin hagar, og ein bretsk tyrla fleyg uppi yvir skipinum.
Iver Huitfeldt setti síðani fólk umborð á Torm Kristina, og teir kundu staðfesta, at eingin sjórænari var umborð, sigur TV2.